Framsýningin við tekningum er í nýggja bátafelagshúsinum í Vágsbotni á 3. hædd. Inngongd í erva. Lyfta er í húsinum.
Framsýningin letur upp leygardagin 25. juli kl. 15.00. Henda dagin verður inngongdin á 2. hædd.
Søgan:
Verland Johansen (1911-1989) ferðaðist um landið og máldi upp einar 30 føroyskar bátar í øllum støddum. Skitsurnar ætlaði hann seinni at tekna og geva út í bók, men kom ikki so langt, og tilfarið varð latið Føroya fornminnissavni.
Verland – sonur kenda báta- og skipasmiðin Lias í Rættará – máldi bátarnar upp av sínum eintingum, tí at hann helt forna føroyska bátin vera í vanda, nú menn smíðaðu bátar at tæna øðrum dygdum enn teimum, forfedrar okkara gjøgnum øldir høvdu lagt dent á.
Ár 2000 gav Andras Mortensen søgufrøðingur út stórverkið og doktararitgerðina “Hin føroyski róðrarbáturin.” Í hesum sambandi fekk hann loyvi frá eftirkomarum Verlands at nýta tilfarið og bað Andrass Joensen tekna føroysku bátarnar.
Andrass Joensen, ættaður av Húsum á Kalsoynni, f. 1943, lærdi báta- og skipasmíð á Klaksvíkar sleipistøð 1959 – 1963 og fór so á Tórshavnar skipasmiðju at arbeiða. Har arbeiddi hann í nøkur og tjúgu ár og var við til at smíða fleiri stálskip.
Síðst í 1980-unum tók Andrass Joensen útbúgving sum tekniskur teknari. Hann hevur stóran áhuga fyri bátasmíði og hevur smíðað Kiwanis Tórshavn fýra føroyskar bátar at luta burtur á ólavsøku – tann seinasta nú á ólavsøku 2015.




