Listafelag Føroya skipar eins og mongu undanfarnu árini fyri framsýning í Listaskálanum, ið er eldri parturin av savnsbygninginum hjá Listasavni Føroya. Listafelag Føroya hevur hesaferð heitt á Oggi Lamhauge um at standa fyri ársins Ólavsøkuframsýning. Ólavsøkuframsýningin er sum seinastu árini samansett av einum úrvali av innsendum verkum og verkum frá innbodnum listafólki. Áhugin at senda verk inn hevur verið serstakliga stórur í ár. 48 fólk hava sent 340 verk inn, og burtur úr hesum eru 35 framsýnarar valdir og meira enn 100 verk.
Tey innbodnu listafólkini í ár eru Jógvan Biskopstø, Kári Svensson, Edward Fuglø, Guðrið Poulsen, Ole Wick, Jóna Rasmussen og listgrafikarin Rikhardur Valtingoyer, ið er serligur gestur úr Íslandi. Hesi yrkislistafólkini eru biðin um at hava orðið “fláir” í huga og hava gjørt verk úr ymiskum forkunnigum tilfari so sum torvi, ull, leypum, tómum pakkitilfari umframt málningar og grafisk prent. Evnið “fláir” vísir til føroyska landslagið, ið sum kunnugt er bygt upp í fláum, men evnið vísir samstundis til løgini í okkara menniskjaligu upplivingum, ið vit dagliga kenna, og sum verða lagdar afturat sum árini líða. Evnið vísir sostatt til sálarligar, mentanarligar og listarligar fláir, sum byggjast upp, endurnýggjast og brótast niður. Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 14 og hongur uppi til og við sunnudagin 2. august. Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er framsýningin opin kl. 14 – 20, hinar dagarnar er framsýningin opin í vanligu upplatingartíðunum hjá Listasavni Føroya. Atgongugjaldið er somuleiðis ein lutaseðil til eitt linoprent eftir listamannin Janus Kamban, sála (1913-2009).
Listasavn Føroya er um summarið opið hvønn dag kl. 11-17, tó ólavsøkudagarnar til kl. 20.




