Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ólavsøkukórið fer undir venjingar

Tidindaskriv

Aftur í ár bjóðar Kórsamband Føroya kórsangarum at syngja í altíð væl mannaða ólavsøkukórinum, sum hesaferð verður leitt av Tóru Vestergaard, ið eisini stjórnaði stóra felagskórinum undir kórfestivalinum í april, eins og hon gjørdi í fjør.


Kórsamband Føroya hevur í nógv ár tikið stig til og skipa fyri stóra ólavsøkukórinum, sum framførir á tinghúsvøllinum ólavsøkudag eftir gudstænastuna í Dómkirkjuni og skrúðgonguna niðan undir løgtingshúsið, áðrenn Løgtingið verður sett.

Tað verður konservatoriuútbúna, Tóra Vestergaard, ið er ættað av Tvøroyri og búsitandi í Keypmannahavn, sum í ár fer at leiða ólavsøkukórið.

Eftir at hava verið í einum lítlum aldudali fyri nøkrum árum síðani, er føroyskur kórsangur av álvara blomstraður uppaftur. Ikki minst takkað verið kórfestivalinum, sum vanliga verður hildin ein leygardag í apríl við alsamt fleiri luttakandi kórum. Bæði í fjør og í ár leiddi Tóra Vestergaard stóra felagskórið undir kórfestivalinum.

Aðalendamálið hjá Kórsambandi Føroya er at fremja føroyskan kórsang, og høvuðstiltøkini á hvørjum ári eru at samskipa stóra Kórfestivalin um várið og Ólavsøkukórið, ið framførir á Tinghúsvøllinum ólavsøkumorgun. Eisini sær Kórsamband Føroya tað sum eina uppgávu at stuðla útgávum av nótum, ið eru egnaðir til kórsang.