Ruðuleikin í Løgtinginum er fullkomin, nú fiskivinnunýskipanin loksins er á veg til 2. viðgerð. Og líkt er til, at onkur upprunaligur trupulleiki framvegis er óloystur, meðan aðrir partar av fiskivinnuni verða hart raktir. Enn er uppskotið tó ikki lagt fram, hóast vit nærkast ólavsøku. Verður uppskotið ikki lagt fram áðrenn tað, fellir tað burtur og byrjast má av nýggjum
Ruðuleikin í Løgtinginum er fullkomin, nú fiskivinnunýskipanin loksins er á veg til 2. viðgerð. Og líkt er til, at onkur upprunaligur trupulleiki framvegis er óloystur, meðan aðrir partar av fiskivinnuni verða hart raktir. Enn er uppskotið tó ikki lagt fram, hóast vit nærkast ólavsøku. Verður uppskotið ikki lagt fram áðrenn tað, fellir tað burtur og byrjast má av nýggjum
Í 2006 seldi reiðaríið Krúnborg skipið av sama navni til útgerðarfelagið Framherja. Av søluprísinum uppá 350 milliónir varð leysliga mett, at virðið á fiskiloyvinum var 200 milliónir og stálið 150 milliónir. Íslendska felagið Samherji átti tá part í Framherja. Av mongum verður hendan sølan mett at vera millum orsakirnar til at fiskiloyvini vórðu uppsøgd frá 2007 at ganga út 31.12.2017 og sostatt viðvirkandi til fiskivinnunýskipanina.
Kaotiska støðan í Løgtinginum hevur nú vart í fleiri dagar. Fyrst skuldi uppskotið leggjast fram hósdagin í farnu viku. Síðani royndi løgtingsformaðurin at krevja tað fyri tingið fríggjadagin, og alt vikuskiftið hevur ljóðað, at uppskotið fór at verða lagt fram í gjár. Fyrst skuldi hetta vera klokkan 11, síðani klokkan 16 og at enda klokkan 18. Tað seinasta nýggja er, at fiskivinnunýskipanin kemur fyri tingið í morgin mikudagin 5. juli. Livst, so spyrst.
Hart hevur leikað á á fleiri hermótum. Hollendski forsætisráðharrin hevur sett seg í samband við løgmann, íslendskir politikarar hava sett seg í samband við føroyskar, og danska forsætismálaráðið hevur biðið um eina frágreiðing. Róð hevur verið uppundir, at uppskotið er í stríð bæði við yvirskipaða stjórnarlóggávu og við altjóða sáttmálar. Sjálvur er fiskimálaráðharrin komin við 24 broytingum og samgonguminnilutin í Vinnunevndini við 42 broytingum til uppskotið.
Í øllum hesum hurlivasanum klagar meirilutin í Vinnunevndini um, at landsstýrisfólk eru farin í feriu og til ikki ber at fáa tey at svara spurningum frá nevndini, og aðalstjórin í Fiskimálaráðnum og stjórin í Vørn hava heldur ikki verið við til hoyringarfundirnar hjá nevndini.
Meirilutin væntar ikki, at landsstýrismaðurin og umsitingin í Fiskimálaráðnum eru før fyri at gera tær fleiri hundrað kunngerðirnar og tíansheldur at umsita tær og lógina, og mæla til at landsstýrismaðurin tekur uppskotið aftur og umhugsar sína støðu sum fiskimálaráðharri. Hetta merkir snøgt sagt, at tilrátt verður, at samgongan gevur skarvin yvir.
Eitt tað mest komiska íslettið til politiska glantrileikin er, at meðan ein av spírunum til fiskivinnunýskipanina var misnøgdin við íslendska ognarlutin í føroyskari fiskivinnu, gjørdist í gjár greitt, at óansæð hvussu víkir og vendir við restini av nýskipanaruppskotinum, sleppa júst íslendingar enn sum áður at eiga í ogn Føroya fólks.




