Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ólavur D. Klakk

John William Joensen

10. des. 1949 – 31. mars 2013: Nýggjársaftan í fjør “2012” ringdi Ólavur til mín. Hann skuldi sín árliga túr út í Brekkuna at vitja. Hetta var kl 18:00, og ikki um midnáttarleiti sum tað vanliga plagdi at vera. Hóast hann var ógvuliga sjúkur av krabba og fekk illa gingið, so skuldi árliga traditiónin haldast.

10. des. 1949

31. mars 2013

Nýggjársaftan í fjør “2012” ringdi Ólavur til mín. Hann skuldi sín árliga túr út í Brekkuna at vitja. Hetta var kl 18:00, og ikki um midnáttarleiti sum tað vanliga plagdi at vera. Hóast hann var ógvuliga sjúkur av krabba og fekk illa gingið, so skuldi árliga traditiónin haldast.

Vit fóru so arm í arm húsanna millum.

Sum vanligt var hann hjartaliga vælkomin og varð hann eisini tað hesu ferð.

Hann hevði eisini sína serligu vanligu heilsan við sær og var stemmningurin altíð sera góður tá bróðir kom inn á gólvið við sínum góða lag og glaða lyndi. Eg havi ofta hugsað, at hesin túrurin var serligur fyri hann. Í mínum hugaheimi føldi eg at hesin túrurin í 2012 var sum eitt seinasta farvæl til barndómsvinirnar og kenningar úti í Brekkuni. Helst hevur Ólavur eisini følt hvønn veg sjúkan bar.

Hetta var bert eitt av mongum dømum, ið vísti hansara trúfesti, har hann alt sítt lív kom inn á gólvi í 5-8 húsum í Brekkuni hvønn nýggjársaftan.

1. páskadag 31. mars 2012 var so lívstráðurin at enda runnin hjá Ólavi, einans 63 ára gamal.

Eg kundi skriva nógvar síður um Ólavur sum bróðir, men vil við hesum í stuttum royna at lýsa hann:

Hjálpsamur, arbeiðssamur, gávumildur, trúfastur, erligur og til tíðir bersøgin. Eitt ótrúliga lætt sinnalag, og dugdi at síggja okkurt skemtiligt í øllum lívsins støðum. Og ikki at gloyma ein fram um alt “humoristiskan sans”

Uppvøskturin var góður, við góðum foreldrum og stórum vinarskara úti í Brekkuni.

At vaksa upp saman við Ólavi sum bróðir hevur verið ótrúliga spennandi. Hann var ein orginalur, ið ikki legði so nógv í hvat onnur hildu.

Eg havi upplivað alt frá jublandi gleði og stoltleika til krimpandi tær yvir hansara ótrúliga fríðsinni við sangi, sjónleiki og alkyns framførslum, sum á ymsan hátt gjørdi hann heimskendan í Føroyum. Samanumtikið eri eg ótrúliga glaður, og stoltur av at hava átt ein so lívsglaðan bróðir.

Nú nærkast so nýggjársaftan 2013, og eingin Ólavur fer at koma brestandi inn á gólvið hjá mær og rópa. “Kom nú koyr meg út í Brekkuna Dánjal”

Men vit vilja halda nýggjár í hansara anda, og minnast til tær reglur, ið stóðu á sangheftinum til jarðarferð hansara.

At gráta hevur sína tíð,

og at læa hevur sína tið;

at syrgja hevur sína tíð,

og at dansa hevur sína tíð.

Præd. 3.4

Hvíl í friðið kæri Ólavur

Vh

Dánjal

Harleyfacadeacryl