5 spurningar um Effodeildina 2017. Hesaferð er tað Ólavur Larsen úr Fuglafirði, sum metir um Effodeildina 2017. Hann væntar, at sítt lið varðveitir endastøðuna seinastu árini. KÍ vinnur FM og HB kemur uppí topp 3.
1. Set stigatalvuna upp soleiðis, sum tú væntar at hon verður:
1. KÍ
2. NSÍ
3. HB
4. B36
5. Víkingur
6. ÍF
7. Skála
8. TB/FC Suðuroy/Royn
9. 07 Vestur
10. EB/Streymur
Hetta er serstakliga ringt at meta um. Tey ovastu 5 liðini eru greitt tey sterkastu liðini, so tað hevði verið løgið at sett tað upp øðrvísi. Botn 5 er fullkomuliga ógjørligt at siga, eg kenni ikki nóg væl uppflytararnar til at meta teir, men uppflytarar hava tað altíð sera torført. Eg kundi gott sæð fyri mær, at eitt lið floppaði í topp 5 og at eitt lið toppaði í botn 5. Tori bara ikki at meta um hvørji hesi bæði liðini verða.
2. Hví væntar tú, at júst hetta liðið vinnur FM?
KÍ vinnur FM, tí teir hava geara alt felagið til at fara eftir tí. Teir hava uppbygt sær tann sterkasta hópin, ein venjara sum leggur vinnaraorku í hvønn einstakan leikara og so hava teir vælsaktans eina kolosala svongd eftir hesum FM steypinum.
3. Hvør verður ársins leikari í ár?
Klæmint Olsen. Nú hevur hann eitt sterkari lið aftanfyri seg og hevur bæði Árna og Bárður at sikta eftir sær. Árni Frederiksberg er eisini eitt got boð, men ofta blívur málslúkurin og ikki uppleggsslúkurin ársins leikari.
4. Hvat er/verður besta keypið í Effodeildini síðani síðsta kappingarár og hví?
Ndende úr TB til ÍF
5. Hvat væntar tú av tínum liði í ár og hví enda teir har sum teir enda?
Eg vænti mær eitt meir stabilt ÍF lið, har alt liðið er betri skipa enn áður. Eg nevndi, at Ndende fór at verða besta keyp í ár, og eg sigi hetta, tí hann er lykilin til success ella fiasko í tí defensiva hjá ÍF. Eg vænti nógvar tættar dystir, tí hetta er ikki tað allar sterkasta ÍF liðið vit hava sæð, men allir leikararnir eru klárir at berjast fyri sakini, og tað ber ofta rættuliga langt. ÍF liðið hevur ein stóran vansa og tað er, at hópurin er sera smalur. Alt kann henda, men eitt 6. pláss er eitt boð




