Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ólavur Poulsen Heimsmeistari í egning

John William Joensen

Fyri lítlari løtu síðan gjørdist greitt at Føroyingar varveita heimsmeistaraheitið í Egning


Á sjómannadegnum í Vestmannaoyggjunum, var kappast millum Føroyar, Ísland og Norra um heimsmeistaraheitið í egning.

Av tí at John Havn, sum vann seinastu heimsmeistarakappingina, ikki kundi fara, var tað Ólavur Poulsen, sum umboðaði Føroyar í hesi kappingini.
Línan sum egnast skuldi, var 100 húkar til longdar, harav 10 húkar manglaðu.
Av tí at íslendingar brúka bara ein metur millum hvønn húkin (føroyingar 1,80 m) var ávísur fyrimunur hjá íslendingum, men hetta gjørdi tó ikki munin.
Ólavur Poulsen (Ågot) vann kappingina við tíðini 10 minuttir og 57 sekund.
Nummar tvey gjørdist Georg Agnarsson úr Ìslandi við tíðini 12:09.
Á triðja plássið endaði Roul Jensen úr Norra við tíðini 12:54.

Ólavur væl nøgdur
– Eg megnaði ikki at sláa heimsmetið hjá John Havn, men tað hevði eg heldur ikki roknað við.
– Íslendska línan var eg óvandur við, men tað gekk væl.

Saman við Ólavi var eisini nevndin fyri Føroya Sjómannadag, sum nýtti høvi til at eygleiða hvussu íslendingar halda sjómannadagin.
– Leygardagin vóru nógvar kappingar í Vestmanna oyggjunum og tær góðu okkum nøkur hugskot.
– Tað var hjartavarmandi at kenna íslendska blíðskapin og hava vit verið bornir á lógvum meðan vit hava verið í Íslandi.

Nýggi heimsmeistarin og fyriskipararnir av Føroya Sjómanndegi vera aftur í Føroyum í morgin.