Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ólavur Poulsen, valevnið hjá fólkaflokkinum: Fólkaflokkurin vil menna Klaksvíkina

John William Joensen

Tað er við stoltleika at eg bjóði meg fram til, at verða við til at menna Klaksvíkina.

Tað er tørvur á fólki, ið hava dirvið og áræði til at menna okkara bý. Seinastu fýra árini hava vit havt eina býráðssamgongu av tjóveldisflokkinum og javnarflokkinum og ikki kann sigast at hetta hevur verið merkt av vilja og visiónum.

Gongubreytir og útstykkjan
Teir hava megna at gjørt nýggjar fortovskantar og er tað gott, í sama tíðarskeiði hava teir útstykkja einans 30 grundstykkir, meðan undanfarna samgonga við fólkaflokkinum á odda gjøgnum eitt áttára skeið útstykkjaði 300 grundstykkir. Og vilja vit í komandi býráð virka fyri øktari útstykkjan soleiðis at bíðilistin til íbúðarbygging verður burtur. Somuleiðis vil eg virka fyri, at vit fáa nøktandi ídnaðarøkir til vinnuna.

Havnalagið og flótibrúgvarnar
Eg vil virka fyri, at vit fáa bøtt munandi um viðurskiftin hjá okkara heimaflota, her hugsi eg eisini um tykkum í hava smábátar við bátabrúgvarnar. Her skal eg tryggja tykkum, at umstøðurnar gerast munandi betur. Og at bíðilistin eisini skal fáast burtur. Eisini vil eg í samstarvi við brúkarar av havnalagnum, skipafeløg og fiskavirkir virka fyri, at tit verða hoyrdir, og at tykkara krøv verða uppfylgt.

Ítróttarøkið og
Ítróttarfíggjarætlan
Her er neyðugt at kommunan ikki leypir framav og yvirtekur KÍ skuld. Heldur skal Klaksvíkar Kommuna hugsa um allar ítróttargreinar í lokalsamfelagnum. Sjálvur haldi eg at fótbólturin upptekur okkum nógv, og er her neyðugt at fáa eina loysn skjótast tilber. Neyðugt er at Kommunan ger eina  langtíðar ítróttarfíggjarætlan og gevur játtanir til allar ítróttargreinar í økinum soleiðis at feløgini í felag kunnu menna ítróttarumhvørvið og harvið skapa karmar um okkara blomstrandi ungdóm og ítróttarlív.

Barnaansing & barnagarðar
Her er umráðandi at Kommunan tekur annað skinn um bak, soleiðis at vit ikki framhaldandi gerða lappaloysnir, sum kosta sera stórar upphæddir fyri tykkum borgarar. Her hugsi eg um tey hús í verða keypt og ístand gjørd fyri stóran pening, meðan grundøkir eru gjørd byggibúgvin  til endamálið.
Her er neyðugt at sosiala deild saman við teimum vælvirkandi barnaansingarstovnum í Klaksvíkar Kommunu  taka stig til, at tær íløgur ið skulu gerast frammyvir verða gjørdar í tøttum samstarvi í millum kommunu og stovnar soleiðis, at tær íløgur í gjørdar verða, verða gjørdar við skili.

Kommunulæknaskipanin
Um vit aftur skulu fáa kommunulæknaskipanina at virka, er álneyðugt at vit fáa sett fleiri kommunulæknar, samstundis sum bíðitíðin hjá tykkum borgarum hjá kommunulæknanum verður burtur. Støðan er heilt einfalt ótolandi fyri tey í eru veik og sjúk. Her er neyðugt at betra munandi um tænastuna til borgaran, og fáa setta á stovn døgnvakt, ið virkar. Og hugsi eg at skipanin átti at verið meira smidlig tá ið hugsa verður um okkara sjófólk.

Býráðsarbeiði og fyrisiting
Eg haldi eisini at tað vildi verið fleiri fyrimunur við einum býráð, ið ikki var deilt upp í samgongu og anstøðu, men at man heldur í býráðsarbeiðinum royndi at draga eina línu, og vildi tað tænt býnum.
Í dag sær út til, at tað er fyrisitingin í stýrir býraðnum, og er her neyðugt at politikararnir hava rygg til, at vísa ábyrgd og stýra sum teir jú eru valdir til.

Mentan
Tað er at gleðast um, at vit í økinum hava eitt ríkt mentunarlív. Feskasta dømi um hetta er summarfestivalurin, hvar okkara lokal kreftir stóðu lið um lið við heimskendar tónaleikara.
Eg vil virka fyri at mentanin fær góðar karmar at virka undir.

Handilslívið og miðbýurin
Her er umráðandi at kommunan tekur okkara lokala handilslív við í einari seriøsari viðgerð av miðbýarplaninum.
Skulu vit gera okkum vónir um at fáa ein vælvirkandi miðbý er neyðugt at hesin er kjølfestur í lokalsamfelagnum, og har lív og nýhugsan spretta í økinum. Vit mugu arbeiða fram ímóti at fáa ein livandi miðbý, og eitt sera áhugavert umhvørvi inni á vánni.
Eg havi viljan til at verða við í menningini av Klaksvíkini, og sum tygum vita so havi eg eisini mót til at standa við tað, sum eg sigi og vísa støðufesti. Títt væl er einfalt ein stemma fyri Ólavur Ólason Poulsen vil skapa trygd og trivna í Klaksvík, og vil eg loysa tygara trupulleikar

· Útstykking til íbúðarbygging
· Betraðar umstøður fyri útróðrarflotan og vinnuvirkir
· Útbyggjan av ítróttar-økinum & ítróttarhøl
· Nýggjar Barnaansingar stovnar í staðin fyri sethús og barakkir
· Fáa Kommunulækna-skipanina at virka aftur
· Virkið Handilslívið & miðbý
· Borgarin og fyrisitingin