Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ólavur Simonsen til Noregs at luttaka í GM-talvkapping

(
John Færø)

Telvarin á fyrsta borði hjá Klaksvíkar Talvfelag leggur mánadagin leiðina til Noregs, har hann saman við øðrum føroyskum telvarum skal luttaka í stóru talvkappingini “Gausdal Trollmasters”.

Gausdal Trollmasters er ein sonevnd GM- ella stórmeistara-kapping, við tað at fleiri altjóða stórmeistarar í talvi luttaka.
Heimasíðan hjá kappingini ( http://home.online.no/~eirikgu/troll2003/ ) upplýsir millum annað, at 6 stórmeistarar hava teknað luttøku.
Somuleiðis verður upplýst um 4 føroyskar telvarar, ið verða við í kappingini. Hesir eru Ólavur Simonsen, Eyðun Nolsøe, Martin Poulsen og Olaf Berg.
Kappingin, sum byrjar týsdagin 7. januar og endar mikudagin 15. januar, fevnir um íalt 10 talvumfør – eitt um dagin burtursæð frá komandi fríggjadegi, tá tvey talvumfør verða telvaði.
Umframt at telva fer Ólavur at siga frá kappingini, og kunnu áhugaði síggja frágreiðingar hansara á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya ( www.faroechess.com ).
Í komandi blaðútgávum fer Norðlýsið somuleiðis at fylgja avrikunum hjá Ólavi og hinum føroyingunum.