Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ólavur Simonsen vann FM-bronsu – ein sterkur ókrýndur vinnari

Nordlysid

Hann er sterkasti telvari Klaksvíkar Talvfelags, har hann er ein trúfastur skansi við fyrsta borð, 5 ferðir hevur hann vunnið silvur og nakrar ferðir bronsu í kappingini um føroyameistaraheitið – men enn hevur hann ikki vunnið føroyameistaraheitið sum einstaklingur.

Hann er sterkasti telvari Klaksvíkar Talvfelags, har hann er ein trúfastur skansi við fyrsta borð, 5 ferðir hevur hann vunnið silvur og nakrar ferðir bronsu í kappingini um føroyameistaraheitið – men enn hevur hann ikki vunnið føroyameistaraheitið sum einstaklingur.

 

 

36 ára gamli Ólavur Simonsen verður millum talvkennarar viðurkendur sum ein støðugur telvari á høgum støði, sum hevur verið millum bestu telvarar í Føroyum í nógv ár.

 

Eisini er hann ein av teimum, ið hava luttikið á flestu FM-kappingum fyri einstaklingar, har hann fleiri ferðir hevur vunnið heiðursmerki.

 

Fimm ferðir er tað endað við silvurmedalju, og á leið líka ofta hevur Ólavur telvað seg til bronsu-heiðursmerkið – eitt nú í ár.

 

Hóast hesi flottu avrik, er tað ikki eydnast Ólavi at røkka gull-medaljuni og harvið at gerast føroyameistari, og hann verður tí roknaður at vera ein tann besti telvarin í Føroyum, sum ikki enn hevur megnað at vunnið FM.

 

Fremsti telvarin hjá

Klaksvíkar Talvfelag

Eyðkenni Ólavi er serliga álopstelving, og hetta sæst aftur í teimum mongu virðislønunum fyri vakurleikatalv, sum hann hevur vunnið til FM-kappingar.

 

Sambært teimum, ið kenna Ólav væl, er hann nærum altíð sera væl fyrireikaður og er óhugnaligur, tá ið talan er um álopssinnaða telving.

 

Ólavur, sum í dag er fremsti og sterkasti telvarin hjá Klaksvíkar Talvfelag, hevur eisini umboðað Føroyar á landsliðnum fleiri ferðir.


Hóast búsitandi í Havn seinnu árini, hevur hann umboðað Klaksvíkar Talvfelag øll árini, og hevur verið millum virknastu telvararnar í felagnum. Eitt nú telvaði hann øll talvini á 1. borði í júst loknu liðkappingini.

Vánaliga byrjanin

kostaði FM-heitið

Í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar, sum Talvsamband Føroya nú um páskirnar skipaði fyri í Argja Skúla, fekk Ólavur eina heldur laka byrjan – sí niðanfyri standandi yvirlit yvir dystarúrslit Ólavs í kappingini:

 

1. umfar:  Simonsen Ólavur     0 – 1   Berg Olaf

2. umfar:  Poulsen Martin       ½ – ½   Simonsen Ólavur

3. umfar:  Simonsen Ólavur    ½ – ½   Nielsen Høgni Egilstoft

4. umfar:  Brekká Hanus           0 – 1    Simonsen Ólavur

5. umfar:  Simonsen Ólavur    1 – 0    Hansen Herluf

6. umfar:  Samuelsen C.E.N.    0 – 1   Simonsen Ólavur

7. umfar:  Simonsen Ólavur     0 – 1    Simonsen Hans Kristian

8. umfar:  Nolsøe Eyðun           0 – 1    Simonsen Ólavur

9. umfar:  Simonsen Ólavur    1 – 0    Vang Finnbjørn

 

Sum tað framgongur, fekk Ólavur bert eitt stig burtur úr teimum fyrstu trimum umførunum, har hann tapti í fyrsta umfari og síðan fekk tveir javnleikir.

 

Men so kom lív í Ólav, tí síðani vann hann øll síni írestandi talv, burtursæð frá triðseinasta umfarinum, har hann snávaði ímóti Hans Kristiani Simonsen.

 

Sambært teimum talvkønu er tað ringt at siga, hví Ólavur higartil ikki hevur verið nummar eitt í FM, men so leggja teir aftrat, at um nakað boð skal gevast, so er tað júst hetta sama, sum gjørdi seg galdandi í ár, at oftani byrjar kappingin illa hjá Ólavi, meðan endaspurturin er øgiligur.

 

Sum nevnt, endaði Ólavur á bronsuplássinum, bert eitt stig aftan fyri føroyameistaran, Olaf Berg, so vit kunnu siga, at tann vánaliga byrjanin upp á kappingina var tað sum kostaði Ólavi fínari metall.

 

So føroyameistarin, Olaf Berg, skal kanska ikki vera keddur um, at hann møtti Ólavi longu í fyrsta umfari, tí hvør veit, hvat hevði hent, um teir møttust í endaspurtinum?

 

Norðlýsið ynskir Ólavi tillukku við bronsuni í FM-kappingini í talvi 2013 !!