Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Old-girls kundu vunnið genturóðurin á Ólavsøku

(
John Færø)

Old-girls manningin, sum í summar róði við Teklu, róði teinin á Ólavsøku upp á eina tíð, sum bara var eitt sekund verri vinnandi gentubáturin. Tí er spurningurin, um old-girls høvdu vunnið tann róðurin, um tær høvdu luttikið, tí kappingin hevði kunna fingið tær at spent seg enn meira út.

Tær munnu vera úr serligum bergi brotnar, kvinnurnar, sum í summar mannaðu eitt av 5-mannaførunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, Teklu.
Miðalaldurin umborð er ikki tann mest vanligi fyri eina kappróðrarmanning – hann er nakað væl hægri – men tað tykist ikki forða teimum í at fáa tíðir, sum standa mát við tær bestu kvinnumanningarnar her á landi.
Nú var henda manningin meldað til sum ein old-girls manning, sum hon jú eisini er sambært miðalaldrinum hjá rógvarunum, og tær róðu tí kapp við aðrar old-girls manningar ístaðin fyri at vera við í sjálvum FM-róðrunum hjá 5-mannaførunum.
Hinvegin hevði eingin forðing verið fyri, at hendan manningin luttók í FM-róðrunum hjá 5-mannaførunum við gentum – tí sonevnda genturóðrinum – tí har er sum kunnugt einki aldursmark galdandi. Hjá dreingjunum er hinvegin aldursmark, men tað er tað altso ikki á kvinnusíðuni.

Heilt framúr
á Ólavsøku.

Old-girls manningin við Teklu kom kanska ikki heilt so tíðliga í gongd við seriøsar venjingar, sum tær allar fremstu gentu- og kvinnumanningarnar, men so við og við, sum tað leið út á kappróðrarárið, fór tað at bragda hjá teimum, og á ársins seinasta kappróðrardegi, á sjálvari Ólavsøkuni, gjørdu tær rættiliga bart, má sigast.
Tá old-girls kappróðurin var av, kundi staðfestast, at tær høvdu róð teinin við tíðini 04.53.07, og tað er ikki smávegis úrslit at fáa, tí tað vísti seg seinni, at hendan tíðin bert var 1 (ja, bara eitt) sekund verri enn vinnaratíðin í FM-róðrinum hjá 5-mannaførunum við gentum, sum var 04.52.00 og enntá heili 2 sekund betri enn silvurvinnaratíðin.
Hetta var altso úrslitið, uttan at kvinnurnar við Teklu vitstu av, tí tær róðu jú kapp við eina aðra old-girls manning, sum ikki gav teimum nakra serliga kapping.
Tað er tí ein opin spurninur, hvat old-girls manningin hevði kunnað spent seg út til, um hon ístaðin hevði verið við í sjálvum FM-kappróðrinum hjá 5-mannaførunum, har tær sambært tíðini jú høvdu enda í allarfremstu røð.

Júst verið
í Hetlandi

Saman við fleiri øðrum manningum hevur hendan sama manningin júst verið í Hetlandi, har tær hava luttikið í eini kappróðrarstevnu, nevnd “International Rowing and Cultural Festival”.
Í hesi kappingini, har róð varð við hetlendskum bátum, vunnu tær eisini sín róður í stórum stíli, har tær vunnu við fleiri bátslongdum.
Allar hinar føroysku manningarnar vunnu heiðursmerki í hesi kappingini.