Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óli Holm, formaður í FSF: Harmuligt at feløgini ikki kunnu tosað seg til rættis

John William Joensen

Formaðurin í FSF, Óli Holm, er harmur um at feløgini ikki kunnu semjast um slík mál her heima, men hann sigur at annars er tað UEFA sum varðar av kappingin, og tí kann NSÍ kæra beinleiðis til UEFA.

– Fyrr var tað ikki dámt at eitt felag vendi sær beinleiðis til UEFA. Tá var hugburðurin tann at tey ymisku fótbóltssambondini tóku sær av slíkum málum, men henda mannagongd er broytt soleiðis at slík kærumál vera send beinleiðis til UEFA.
– Annars skiljið eg at talan er ikki um eina kæru, men haraftur ímóti eina kunning, sum NSÍ hevur sent UEFA, sigur Óli Holm í viðmerking til Norðlýsið.