Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óli Holm liggur nærmst formanssessinum

John William Joensen

Í morgin verður formansval í FSF og Norðlýsið hevur ringt til øll feløgini og spurgt hvønn tey fara at velja

Vit gjørdu kanningina í trúnaði og kunnu tí ikki siga hvussu feløgini atkvøddu.
 
5 feløg onga avgerð
5 feløg søgdu at tey fóru at taka avgerð á aðalfundinum.
Restin av feløgunum høvdu bítt seg soleiðis at tvey fleir vóru fyri Óla Holm sum formanni.
Sostatt er undirtøka í løtuni fyri Óla Holm, men tað kann sjálvandi broytast til í morgin.
Fleiri feløg søgdu seg eisini ivast.
Onnur feløg ætlað at atkvøða blankt sum eitt mótmæli ímóti klandrinum sum hevur verið í FSF.