Óli Holm, sum er í uppskotið til formanssessin hjá FSF sigur at ein høvuðsuppgáva verður at fáa betur samstarv og at fáa arbeiðsfrið.
Nú tíðarfreistin fyri at lata inn uppskot til formansvalið í FSF er farin, er varðaskúlastjórin í Vági, Óli Holm, í uppskotið
Hann er ikki í ivi um at hann hevur tær neyðugu kvalifikatiónirnar til formanssessin hjá Fótbóltssambandinum.
– Eg havi 18 ára royndir í ymiskum nevndararbeiði í FSF og havi tískil arbeitt sera nógv við føroyskum fótbólti.
– Tað eru stórar avbjóðingar, sum standa fyri framman og er eingin ivi um, at tey sokallaðu minstukrøvini frá UEFA koma at seta sera stór krøv til FSF og feløgini.
Fáa betur samstarv í lag
Óli Holm sigur at ein høvuðsuppgáva hjá nýggja formanninum verður at fáa betur samstarv við feløgini og at fáa arbeiðsfrið.
– Tað hevur oftað verið tosað um at fáa eitt tættari samstarv millum feløgini og FSF og meti eg tað sum alneyðugt. Hvussu tað kann verða gjørt er sjálvandi ymiskar meiningar um, men eg kann taka undir við tankunum hjá HB formanninum tá hann mælir til at formennirnir í feløgunum oftari verða kallaðir saman. Hetta kundi eitt nú verið gjørt í samband við landsdystir.
Svangaskarð og Tórsvøllur
Tá vit spurgdu Óla Holm um Tórsvøll kontra Tofta Leikvøll, segði hann seg einki kenna til nakað stríð í FSF um leikvøllirnar.
– Øll árini eg havi sitið í FSF hava vit roynt at bítt sól, vind og mána líka millum báðar vøllirnar, so eg kann ikki siga annað enn at í Fótbóltssambandinum kenni eg einki til at nakað stríð er millum vøllirnar báðar.
– Tað eigur sjálvandi at verða pláss fyri báðum vøllunum tí hetta er eitt minstakrav um vit framvegis skulu luttaka í altjóða fótbóltskappingum.
Fer at góðtaka formansvali
Hóast frontarnir millum feløgini í FSF eru rættuliga markantir undan formansvalinum so væntar Óli Holm at komandi formaðurin fær uppbakking frá øllum feløgum.
– Vit eru demokratar og tann sum vinnur valið á aðalfundinum er formaður og so verður ikki tosað meira um tann spurningin.
Talið á liðum í 1.deild
Spurgdur um talið á liðum í 1.deild hjá monnum, sigur Óli at eingin orðsøk er at minkað talið.
– Mín meining er rættuliga kend í FSF. Eg meti at deildin sum í dag telur 10 lið er vælvirkandi og kappingin millum fløgini er nøktandi.
Tí meti eg onga orðsøk verða til at minkað talið á liðum í fremstu deildini og harafturat ivist eg ikki í at tað hevði fingið keðiligar fylgjur fyri ávís økið í landinum, og hevði hevði als ikki gagnað fótbóltinum.
Kvinnufótbólturin.
Seinastu árini hevur FSF einki A-landslið havt á kvinnusíðuni og Óli Holm metir at kvinnudeildin hevur tað ikki gott í løtuni.
– Tað er sjálvandi sera keðiligt fyri leikararnar í kvinnudeildini at FSF ikki hevur havt eitt A-landslið, men trupuleikin í løtuni er tann at grundarlagið undir einum A-landsliði, sum jú er landskappingin, ikki er í nóg góðum standi.
– Tá eitt stórfelag sum HB, ikki meldar lið til í 1.deild sigur hetta okkum nakað um støðuna.
Óli Holm metur tó at framtíð er í kvinnufótbólti.
– Eg meti at kvinnufótbólurin í løtuni er í einum aldudali, burtursæð frá KÍ, men eg ivist onga løtu í at tað er framtíð í kvinnufótbólti tí í yngru deildunum sær munandi betur úr. FSF hevur tí eitt U21 landslið tilmeldað, men nær vit fáa eitt A-landslið er eitt ógreitt tí tað førir eisini fíggjarligar bindingar við sær.
Fer ikki at trekkja seg
Valstríði til formanssessin hjá FSF hevur verið merkt av at valevni sum hava verið uppstillað hava tikið seg aftur, men Óli Holm sigur at hann fer ikki at trekkja seg.
– Tað liggur ikki til mín at stilla upp fyri síðani at trekkja í land aftur. Eg verið undir øllum umstøðum valevni til aðalfundin, sigur Óli við einum smíli.
Óli Holm er búðsitandi í Vági og hann sigur at øll árini hann hevur sitið í nevndini hjá FSF hevur als eingin trupuleiki verði við at ferðast ímillum.
– Hettar er bara ein spurningur um at tilrættarlegging.




