Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta unga leikara

Jóhann Lützen

Óli er í kapping við svenska Nikola Roganović og portugiska Francisco Costa

 

Atkvøðugreiðslan verður opin fyri fjepparunum frá sunnudegnum 25. januar til týsdagin 10. februrar.

Um Óla sigur dómararnir

Óli Mittún (Føroyar)

Óli Mittún ereitt av teimum mest spennandi ungu talentunum í hondbólti  og borið sítt Føroyalið til søgulig avrik. 20 ára gamli miðverjin var framúrskarandi í HM-kappingini hjá monnum í Póllandi í 2025, har Føroyar sensationelt endaðu á triðja plássi – teirra besta úrslit nakrantíð.

Mittún varð kosin MVP í kappingini, toppskjútti við 73 málum, og fremst í uppleggum við 54, og gav sínum liði styrki ígjøgnum harðar dystir, eitt nú 15-mál í fyrsta sigrinum. Hann helt áfram við sínum málskjúttaførleika, eftir at hava verið toppskjútti á HM-ungdómsstevnuni hjá monnum hjá IHF í 2023 (87 mál).

Á felagsstigi byrjaði Mittún 2025 í Svøríki, hjá IK Sävehof, men flutti síðani til GOG í Danmark, og skoraði 42 mál í EHF Meistaradeildini. Tvey ár eftir at Elias Ellefsen a Skipagotu vann hesa heiðursløn, kunnu Føroyar enn einaferð verða umboðaðar í hondbóltstindinum.