Mánadagin 2. mars 2015 var borgarstjórin saman við øðrum umboðum fyri kommununa á vitjan í skúlanum, har skipað varð fyri lítlari hátíðarløtu til heiðurs fyri Olinu úr Hvalvík, sum 1. mars 2015 hevði starvast 20 ár sum skrivari hjá skúlaleiðsluni.
Mánadagin 2. mars 2015 var borgarstjórin saman viðøðrum umboðum fyri kommununa á vitjan í skúlanum, har skipað varð fyri lítlarihátíðarløtu til heiðurs fyri Olinu úr Hvalvík, sum 1. mars 2015 hevði starvast 20ár sum skrivari hjá skúlaleiðsluni.
Sum skrivari hjá skúlaleiðsluni er Olina úr Hvalvíkein sentralur partur av skúlaverkinum í Klaksvík, har hon vegna leiðsluna hevurábyrgd av og samskipar ein hóp av fyrisitingarligum viðurskiftum í skúlanum. Ábyrgdarøkiðhennara eru tí ógvuliga breitt og fjølbroytt, har hon dagliga samskiftir viðlærarar, vikarar, næmingar, foreldur, kommununa o.s.fr.
Í hesum 20-ára tíðarskeiði hevur Olina arbeitt undirog saman við ikki færri enn 6 skúlastjórum, umframt varastjórar. Hesirskúlastjórar eru Ásbjørn Lómaklett, Signar á Brúnni, Óli Jacob Joensen, VivianC. Guðjonsson, Símun Petur Hjelm og nú Vagn Foldbo, sum júst er settur ístarvið sum skúlastjóri fyri samanlagdaskúlan í Klaksvík.
Her skal leggjast aftrat, at Olina undan tíðini ískúlanum var í starvi sum skrivari hjá borgarstjoranum og býráðsskrivaranum íumleið 10 ár, so samanlagda starvstíð Olinu hjá Klaksvíkar kommunu er umleið 30ár.
Drúgva starvstíðin hjá Olinu higartil í skúlanum berboð um, at hon hevur trivist ómetaliga væl í sínum arbeiði, sum hon eisinistaðfesti hendan dagin, tá ið Jógvan Skorheim, borgarstjóri, saman viðstarvsfólkum var á vitjan.
Olina hevur hesi 20 árini í skúlanum havt ein týðandi leiklut í leiðsluniog samskipanini av skúlanum, har hon í dag er ein lyklapersónur, sum bæðileiðsla, lærarar, starvsfólk, næmingar og foreldur fáa gagn av og kunnu kennaseg fult trygg við.
Hetta legði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, eisini dent á í røðu sínari fyriOlinu, har hann millum annað segði, at Klaksvíkar kommuna, er sera heppin athava havt og framvegis at hava hana í starvi.
Borgarstjórin nevndi eisini, at dugnalig og nærløgd starvsfólk ofta fáafleiri ábyrgdir og uppgávur álagdar, og hetta er Olina eitt sera gott dømi um.
Vegna býráðið handaði borgarstjórin Olinu eitt blómutyssi og eina gávu sumtøkk fyri góða tænastu og fyrimyndarligt samstarv í hesi 20 árini.
Olina takkaði hjartaliga og bar fram eina heilsan til sín arbeiðsgevara ogstarvsfelagar.
Vit ynskja Olinu hjartaliga tillukku og ynskja henni alt tað besta framyvirvið vón um framhaldandi gott samstarv í mong ár framyvir.




