Framrokningar siga, at býráðið kann rokna við 123 milliónum í ár, ella ein meirinntøka uppá umleið 10% í mun til hvat roknað varð við
Í fíggjarætlanini sum varð løgd fyri árið 2006, varð roknað við eini skattainntøku uppá 112 milj. krónur, men framrokningar siga nú, at býráðið kann rokna við 123 milliónum í ár, ella ein meirinntøka uppá umleið 10%. Eisini skal nevnast at skattainntøkan fyri 2005 var knappar 119 milj.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri sigur, at hóast inntøkan hjá býráðnum veksur, so er trýstið stórt á kommununa tá talan er um íløgur, tað sæst aftur í øllum teim eykajáttanum, sum býráðið hevur samtykt bara í ár.
Arbeitt verður nú við fíggjarætlanini fyri komandi ár, og so mikið langt er komið, at fíggjarætlanin fyri 2007 væntandi verður endaliga samtykt á býráðsfundi í morgin.
Í fíggjarætlanini fyri 2007 verður roknað við eini skattainntøku hjá kommununi uppá 124 milliónir ella eina millión hægri enn roknað verður við fyri 2006.
Stórt trýst
Tá Steinbjørn Jacobsen sigur, at íløgutrýstið er stórt, so skyldast tað millum annað, at býráðið er bundið at ringvegnum, sum er ígongd og harafturat barnagarðinum, sum er í gerð og eisini er ætlanin at fara undir Ósáskúlan í komandi fíggjarári.
Tá vit rokna við eini inntøku uppá 124 miljónir, so koma umleið 17 miljónir at resta í á fíggjarætlanini fyri 2007.
Hallið
Hallið á fíggjarætlanini kann fíggjast við lántøkum. Tá vit spyrja Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóra hvussu støðan hjá býráðnum er viðvíkjandi lántøku, sigur hann, at sum er hevur Klaksvíkar Kommuna um 90 miljónir í lánum.
Sum støðan er nú, kann ein kommuna lána upp til eina álíkning uttan landstýrisins loyvi, og ein álíkning hjá Klaksvíkar Kommunu í hesum sambandinum vil siga at kommuna um neyðugt kann trekkja lánini upp til umleið 130-140 miljónir.
Hvussu nógv verður neyðugt at lána kemur ikki fyri ein dag fyrr enn í komandi ári, og um so er at ein inntøkuvøkstur verður eins og árini frammanundan, so kann partur av hallinum fíggjast við tí og síðani hava vit møguleikan at hæðka lánini nakað.
Hóast tað í løtuni sær út til at vit eisini fara at fáa hægri inntøku enn mett í 2007, so eru øll tekin í sól og mánað um, at neyðugt verður við ávísari lántøku í komandi ári.
Sum eg segði í byrjanini, so er íløgutrýstið stórt í løtuni. Tað at fíggjarætlanin hevur eitt undirskot í ár meta vit at vera neyðugt, men neyðugt verður skjótt at fáa javnvág í fíggjarætlanina hjá býráðnum.
Nógv virksemi
Sera nógv virksemi er í kommununi, og tí spurdu vit eisini Steinbjørn Jacobsen um likviditetin hjá býráðnum í hesum tíðum.
Steinbjørn sigur, at tað er ein ógvuslig ferð á peningarenslinum í býráðnum fyri tíðina, men við neyvari stýring av likviditetinum, sum umsitingin stendur fyri, kann sigast at likviditetstøðan hjá býráðnum er hampuliga góð.
Roknað verður við, at fíggjarlógin fyri 2007 verður endaliga samtykt á býráðsfundi týsdagin.




