Aftur í morgun sást olja bráða omaná sjónum framvið Oyralandinum ímorgun. Bletturin var ikki so lítið at síggja, tó heldur myndugleikin at onki er at fara eftir.
Í morgun sást týðulig oljudálking á sjónum út fyri Norðoyri. Hvaðani oljan stavar fingu vit onga ábending um. Men vit boðaðu frá og fingu at vita, at tað var so lítið, at har var ikki nakað at gera við tað.
Tó, hetta er aðru ferð inanfyri stutta tíð, at slíkt hendir. Nú sjófuglarnir fjølgast og gera klárt at reiðrast, kann tað neyvan vera optimalt hjá fuglinum, at skula svimja í olju fram við strendurnar.
Tað tykist annars, sum sjófuglurin inni á Víkini fær væl frið. Nógvir ymiskir antafuglar, lómar og havgæs hava verið at sæð í vetur. Tá slíkur fuglur kemur heilt inn at flesjum, so boðar tað vælsagtans frá, at fuglurin fær frið og ikki verður órógvaður ov nógv, tí er spell, at olja skal vera trupulleikin hjá fuglameinginum har, tað má bera til at gera eitthvørt fyribyrgjandi.
Bletturin ímorgun mundi strekkja seg einar 300-400 metrar inn eftir Borðoyarvík.




