Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oljudálking á Borðoyarvík ímorgun

Oliver Joensen

Tað er nú ikki so sjálvdan at vit síggja oljublettir á Vágni og nú eisini á Borðoyarvik. Tó at tað ikki sær serliga hugnaligt út, so siga myndugleikarnir at tað hevur lítlan týdning.

Hvaðani oljan kom frá ímorgun vita vit onki um, men hon kom fram við Oyralandinum og rak allan vegin heim ímóti Grøv og Hellisenda.

Tað kann væl vera, at hetta hevur lítið uppá seg, men tað kann vælsagtans ikki vera bestu umstøður hjá sjófuglunum at búleikast í olju nú fuglarnir eru í ferð við at reiðrast.

Fuglameingið í nærumhvørvinum fær alt betur frið, og tað hevur havt við sær, at vit síggja nógv fleiri entur, lómar og havgæs inni á Borðoyarvík, tí er spell, um olja nú skal blíva trupulleikin hjá fuglameinginum í nærumhvørvinum.