Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oljudálking í Ánunum

Oliver Joensen

Politistøðin í Klaksvík sigur, at teir kl. 9.25 í morgun fingu fráboðan um at ein oljublettur lá við góðshavnina í Ánunum.

Vit settu beinanvegin sløkkiliðið á sakina, og teir hava við hjálp úr Eysturoynni pumpa góðar 1000 litrar av olju av økinum við sjálva rampuna í Ánunum og enn er olja á sjónum, so nakað verður pumpað afturat
Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari segði okkum, at ikki er greitt hvar oljan kemur frá. Atlantic Navigator liggur við bryggju í Ánunum, men sambært politistøðini, so hevur ábyrgdarfólk av skipinum ikki sagt seg vita nakað um at olja er likin frá teimum.