Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oljumessa og havnavitjan í Aberdeen

Danial Viðoy

Umboð fyri Klaksvíkar kommunu taka í hesum døgnum lut í altjóða oljuráðstevnu í Aberdeen í Skotlandi. Á ferðini hava teir eisini vitjað Aberdeen Harbour, sum er ein av størstu havnunum í bretska ríkinum.

Umboð fyri Klaksvíkar kommunu taka í hesum døgnum lut í altjóða oljuráðstevnu í Aberdeen í Skotlandi. Á ferðini hava teir eisini vitjað Aberdeen Harbour, sum er ein av størstu havnunum í bretska ríkinum.


Jóhann Lützen, býráðslimur umboðar Klaksvíkar kommunu á oljuráðstevnuni. Hann sigur, at tað er av týdningi, at leita sær eftir íblástri úti í heimi.

– Í Klaksvík hava vit eitt sterkt vinnulív, sum vit kunnu vera sera errin av. Tí er tað eisini áhugavert at leita út í heim eftir íblástri til, hvat annað eisini kundi verið í Klaksvík. Samstundis vísa vit umheiminum, at vit eru við á vinnuøkinum, sigur Jóhann Lützen, býráðslimur, sum umboðar havnanevndina hjá Klaksvíkar kommunu.

Umframt oljuráðstevnuna hevur ferðaliðið úr Klaksvík eisini vitjað Aberdeen Harbour, sum er ein stór havn, haðani skotar hava beinleiðis samband til 41 aðrar havnir í øllum heiminum. – Havnin har er risastór. Tað er avgjørt inspirerandi at síggja eina so stóra havn og fáa innlit í, hvussu hon verður rikin, sigur Jóhann Lützen, býráðslimur um vitjanina á Aberdeen Harbour, sum hann kallar “sera forvitnisliga”.

Aberdeen Harbour verður rikin av einum non-profit grunni, sum passar seg sjálvan, hetta merkir, at alt avlop fer til at menna havnina og virksemið har. Tilsamans eru kajirnar næstan seks kilometrar langar, og manningarnar, ið árliga vitja Aberdeen Harbour, telja samanlagt fleiri enn hundrað túsund fólk.