Í samband við íverksetan av formligari avtala millum Heilsu- og innlendismálaráðið, Strandfaraskip Landsins, P/F Magn, Elfelagið SEVog Fugloyar kommunu um oljuflutning til Fugloyar, har nevndu partar eru samdir um at loysa málið um oljuflutning til Fugloyar soleiðis, at tað slepst undan at flyta oljutunnur út í oynna, og at olja verður koyrd til hvørt húski/oljutanga í bygdunum báðum, verður skipa fyri hátíðarhaldi á Kirkju.
Hátíðarhaldið verður mikudagin 4. oktober 2017 kl. 13:30.
Skrá:
• Amalia í Frammistovu, borgarstjóri bjóðar vælkomin.
• Sirið Stenberg, landsstýriskvinna flytir fram røðu.
• Olja verður latin til fyrsta kundan.
Aftaná verður borðhald í lærarahúsinum á Kirkju.




