Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll eru vælkomin at síggja nýggja Betesda leygardagin

Betesda

Í morgin, leygardagin 15. mars, bjóðar samkoman í Betesda øllum at vitja nýggja samkomuhúsið. Tvey ár eru nú liðin síðani samkoman flutti út á Klaksvíksvegin, ímeðan gamla Betesda varð tikið niður, og byrjað varð at byggja nýtt.

Leygardagin 15. mars bjóðar samkoman í Betesda øllum at vitja nýggja samkomuhúsið. Tvey ár eru nú liðin síðani samkoman flutti út á Klaksvíksvegin, ímeðan gamla Betesda varð tikið niður, og byrjað varð at byggja nýtt.

Fyrsta Betesda varð bygt í 1917, á økið har Klaksvíkar Bókasavn stendur í dag. 11 ár seinni varð nýggjur bygningur bygdur á økið, har Betesda síðani hevur staðið, til tað í mars 2012 varð tikið niður. Í 1951 varð salurin longdur og í 1961/62 breiðkaður og kjallarin hækkaður. Nýggj krøv, víðkað virksemi, tað, at bygningurin var nógv brúktur og slitin, og at mong eru løgst afturat, hevur havt við sær, at tíðin nú var komin at byggja nýggjan og tíðarhóskandi bygning – til nútíðina og komandi ættarliðini.

Tíðin er nú komin at lata dyrnar upp og bjóða tykkum øllum inn at síggja og uppliva nýggju umstøðurnar. Skráin fyri dagin er hendan:

15:00 Vertir vísa gestum samkomuhúsið

18:00 Nýggja Betesda verður alment tikið í nýtslu

19:00 Felagssangur

Barnakórið

Kvartettin í Betesda

17 Sangarar
Betesdakórið

Betesdakórið

21.00 Ung í Betesda

Vit gleða okkum til dagin og verið øll hjartaliga vælkomin!

Samkoman í Betesda