Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll fáa pensjón við Samhaldsfasta

Lesarabræv

Um Samhaldsfasti gerst mergurin í nýggju pensjónsskipanini, so tippa vit øll holini í verandi skipan, og øll fáa tað betur. Her eru 10 orsøkir til, hví Samhaldsfasti er loysnin:

* Allir borgarar í Føroyum eru tryggjaðir eina grundleggjandi eftirløn við Samhaldsfasta – bæði tey, sum eru arbeiðsfør, men eisini tey, sum av onkrari orsøk hava havt eitt leysari tilknýti til arbeiðsmarknaðin, eru tryggjað eina eftirløn.

* Tú fært eina skipan, sum er bílig og einføld at umsita, og sum øll skilja. Umsitingargjaldið er sera lágt í Samhaldsfasta, og tí verður meir eftir til útgjald.

* Skattur fer av útgjaldinum – hetta merkir, at skatturin fylgir talinum av pensjónistum, og tað er við til at tryggja haldføri landskassans í framtíðini.

* Tað er ikki vandi fyri, at fólkið knappliga missur stóran part av síni uppsparing, um ein kreppa rakar. Samhaldsfasti er ein almenn skipan, har øll hava ábyrgdina av hvør øðrum.

* Ongin borgari í Føroyum kann sigast upp av Samhaldsfasta – øll eru við.

* Tað hendir eitt ávíst umbýti av virðum, og tey betri løntu bera eitt sindur tyngri byrðar enn tey lágløntu og tey, sum eru uttanfyri arbeiðsmarknaðin, men øll fáa kortini úr skipanini.

* Tað fer at loysa seg at spara upp sjálvur, og løntakarar og fakfeløg fáa frælsi til sjálvi at gera av, hvør skipan loysir seg best fyri tey.

* Gerast skal ein skiftistíð, so privati og almenni arbeiðsgevarin fáa stundir at laga seg til økt inn- og útgjald.

* Tað fer at loysa seg at arbeiða eftir pensjónsaldur. Pensjónisturin nýtist ikki at hugsa um mótrokningar, og nær viðkomandi má gevast at arbeiða, tí meginparturin av lønini brádliga hvørvur av í skatti, mótrokning ella avgjøldum.

* Tú varðveitir týðandi táttin um “vælferðarskipanina fyri øll” (universalisma), og ta týdningarmiklu sosialu kontraktina millum borgarar og ættarlið.

Fakta um Samhaldsfasta:

Skipanin við Samhaldsfasta er soleiðis, at øll rinda ein %part av síni løn, og øll fáa somu upphædd út aftur. Í dag rinda partarnir á arbeiðsmarknaðnum tilsamans 3,5% – og útgjaldið frá Samhaldsfasta er um 3000 kr um mánaðin.

Ongin inntøka verður mótroknað í Samhaldsfasta.