– Tað sum hendur í løtuni er veruleikafjart og tí er trupult at koma við seriøsum viðmerkingum, sigur Kaj Leo Jóhannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
– Tað sum eg fekk at vita frá løgmanni var at nú skuldu kortini blandast av nýggjum og hvat síðani er hent – dugi eg ikki at siga.
– Løgmaður slapp ikki einasamallur á fund við Jørgin og eg havi ilt við at taka útmeldingina, sum nú er komin, seriøst.
– Eg havi vegna Sambandsflokkin tosað við løgmann, har eg beinleiðis havi heitt á hann um at steðga ætlanunum hjá Karsten Hansen – at skerja blokkin.
– Frá løgmanni havi eg fingið at vita at tað verður gjørt – tí sambært honum tekur Sjálvsstýrisflokkurin heldur ikki undir við ætlanunum hjá Miðflokkinum og landsstýrismanninum í Fíggjarmálum.
– Vit fara at senda út tíðindaskriv um hetta um eina løtu.




