Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll hava rætt til fulltíðarstarv.

Helena Dam á Neystabø

Føroyskar kvinnur arbeiða nógv niðursetta tíð. Tøl frá Manntali í 2011 vísa, at 51 % av føroysku kvinnunum í arbeiðsvirknum aldri arbeiddu niðursetta tíð í november 2011. Ellivu prosent av monnum arbeiddu niðursetta tíð um sama mundi.

Sjálvsagt skulu øll hava frælsi at arbeiða so nógv – ella so lítið, sum tey vilja. Bæði kvinnur og menn. Men meginreglan skal vera, at øll hava rætt til fulltíðar arbeiði. Tí tað er ein fyritreyt fyri at kunna forsyrgja sær sjálvum og sínum børnum.

Øll hava rætt til fulltíðarstarv

Vit síggja, at tað almenna alt ov ofta søkir eftir fólki til parttíðarstørv. Serliga innan ansing, eldrarøkt og heilsurøkt. Á henda hátt er tað almenna við til at fasthalda fólki í einari fíggjarliga truplari støðu. Og henda støða rakar kvinnur í láglønarstørvum harðast.

Skipanin við pensjónsuppsparing ger, at hesin stættarmunur í arbeiðsvirknum aldri fylgir við inn í pensjónsárini.

Vit skulu føra ein virknan arbeiðsmarknaðarpolitikk, sum tryggjar øllum rætt til fulltíðararbeiði, eins og javnstøðu á arbeiðsmarknaði og í pensjónsaldri.

Helena Dam á Neystabø

Valevni til Løgtingsvalið.