Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll Kalsoyggin undir Klaksvíkar kommunu í 2017

Oliver Joensen

Í morgun var stórur dagur á Húsum. Borgarstjórarnir, Jógvan Skorheim fyri Klaksvíkar Komunu, og Magni Garðalíð fyri Húsa- og Syðradals kommunu skrivaðu undir samanlegging av kommununum báðum. Hetta hevur við sær at Klaksvík, og nú øll Kalsoyggin koma at virka sum ein kommuna, saman við Svínoy, Árnafirði, Strond, Ánunum og Norðoyri frá 1. januar 2017 at rokna.

Siri Stenberg, landsstýriskvinna í komunumálum var eisini á Húsum í dag til hátíðarhaldið. Á húsum fór undirskrivingin fram í skúlanum, ímeðan borðhaldið fór fram í bygdahúsinum. Sum flest øll vita, so var ein roynd gjørd at leggja kommunurnar saman undir bygdarráðnum frammanundan, men tann royndin miseydnaðist. Nú hevur tilgongdin gingið sera lagaliga fyri seg og Sólarn Isaksen, næstformaður í bygdarráðnum á Húsum segði við Norðlýsið, at í veruleikanum øll í kommununi vóru samd um samanlegging, í hvussu so er tey, ið hava verið til fundirnar, ið hildnir hav verið í kommununi.

Meira um sama evni seinni, men niðanfyri sæst røðan sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík helt við hátíðarhaldið:

Góðan dag øll somul

So upprann dagurin, har vit formelt koma á mál við samanleggingini av Húsa og Klaksvíkar kommunu.

Vegurin hertil hevur verið góður at gingið á. Hann hevur verið opin, spennandi og merktur av einari fólksligari og jaligari tilgongd.

Í dag stíga vit so seinasta fetið á vegnum og skriva undir sáttmálan, sum fer at styrkja samanhaldið í Norðoyggjum uppaftur meira.

***

Hjá mær persónliga er tað stórt at vera við til hesa søguligu hending, nú Húsar og Syðradalur leggjast afturat og samstundis tryggja, at øll Kalsoyggin nú er partur av Klaksvíkar kommunu.

Hendan oyggin hevur nevniliga altíð ligið mær heilt nær.

Omma mín var haðani av Húsum, og familjan hjá abba var av Syðradali – langabbi kom úr Miðstovu á Syðradali.

Omma og abbi búsettust á Trøllanesi og eg havi eisini havt nógva familju í Mikladali, so eg havi sjálvur eitt tilknýti til alla oynna, og nógv av mínum allar bestu barnaminnum stava eisini her úr Kalsoynni.

Her hevur altíð verið gott at vera, og tað er tað framvegis. Sjálvt um Kalsoyggin er útoyggj, so hava tit, sum búgva her dugað ómetaliga væl at gagnnýtt teir møguleikarnar, sum eru her.

***

Við hesari samanleggingini verða møguleikarnir fyri at gagnýta møguleikarnar á Húsum og á Syðradali uppaftur størri.

Arbeiðsfólk hjá kommununi fara til verka í bygdunum í næstum og staðbundnu nevndirnar fyri bæði Húsar og Syðradal koma ar virka frá 1. januar 2017.

Eg veit, at hetta fer at tryggja betringar í báðum bygdunum og eg kann lova tykkum øllum, at Klaksvíkar býráð fer at leggja sær í selarnar at gera umstøðurnar uppaftur betri á Húsum og á Syðradali.

Harafturat ger hendan samanleggingin størstu og sterkastu røddina í norðurøkinum uppaftur sterkari.

Og tað er avgjørt neyðugt í hesum døgum, har útjaðarin í vaksandi mun má standa ímóti sentraliseringini, eitt nú í mun til at tryggja farleiðina til útoyggjar.

***

Netupp farleiðin er av ómetaliga stórum týdningi fyri alla Kalsoynna. Bæði í mun til tykkum, sum búgva her og regluliga ferðast til Klaksvíkar, men eisini fyri ferðavinnuna, sum eftirhondini er blivin stór her í oynni.

Tit hava ferð eftir ferð prógvað tykkara stóra virði innan ferða- og tænastuvinnuna. Eitt gott dømi um hetta er matstovan hjá borgarstjóranum 🙂

Ferðafólkatalið er longu vaksið við 30% hesi seinastu árini, og tit hava dugað væl at tikið ímóti hesum.

Í komandi tíðum er tað mín vón, at vit saman virka fyri at menna hesa vinnuna og umstøðurnar fyri henni.

Eftir mínum tykki skulu vit stremba eftir at síggja ferðafólkatalið økast við nógvum prosentum afturat, og vit skulu samstundis tryggja okkum, at umstøðurnar her megna at rúma hesum, soleiðis at tey ferðandi kunnu leggja meira eftir seg í framtíðini.

***

Eg minnist frá tá ið eg var yngri, at ein eldri maður – Símun Joensen – plagdi at fortelja huldusøgur av Blankaskála.

Tær løturnar standa eftir sum sterkar upplivingar í mínum minni. Men nú er langt síðani, at eg hoyrdi nakra huldusøgu.

Hesar søgurnar eru nú í vanda fyri at doyggja út og tað hevði verið spell.

Tí tær eru bæði ein týðandi partur av føroyska mentanararvinum, og so eru tær eisini ein uppløgd vøra at selja ferðafólki.

Hetta er bert ein av nógvum møguleikum, sum kanska eru verdir at umhugsa.

***

Hvussu er og ikki, so eru spennandi tíðir fyri framman, bæði á Húsum, á Syðradali og í restini av Klaksvíkar kommunu.

Sum eg byrjaði við at siga, so hevur tilgongdin til samanlegginina verið fyrimyndarlig.

Og fyri meg var tað serliga áhugavert at vera við til borgarafundin her yviri og koma beinleiðis í samband við borgarar á Húsum og Syðradali.

Skjótt verður 200-ára hátíðarhald fyri bygdina á Syðradali og eg gleði meg longu at koma yvir tá og hátíðarhalda tann stóra dagin har.

Vónandi fara vit longu tá at hava sæð nakrar betringar sum úrslit av nýggja kommunusamstarvinum.

Mín vilji skal so ikki troyta eftir, og eg vil gera alt tað, sum stendur í míni makt at tryggja tykkum eina góða tænastu og eitt framhaldandi gott samstarv.

Takk fyri.