Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll kømur við bað longu umbiðin

10. flokkur – Miðlar

Eftir at eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum 2005 bleiv kunngjørt, hevði Klaksvíkar sjómansheim úr at gera, tí fólk vildu tryggjað sær eitt gott kamar á Summar Festivalinum.

Fyri nøkrum árum síðani blivu nøkur kømur á sjómansheiminum umvæld. Tað eru kømurini við bað, og tað hevur víst seg, at hesi kømurini eru rættiliga væl umtókt.
Longu nú eru øll kømurini við bað umbiðin til Summar Festivalin, men enn hava vit kømur eftir uttan bað, sigur fyristøðumaðurin, Jógvan Petersen.