Í farnu viku var danski kanorógvarin Arne Nielsson á vitjan hjá Norðoya Sparikassa. Arne Nielsson gjørdist í 1992 silvurvinnari á Olympisku Leikunum í Barcelona og hevur annars vunnið 10 Heimsmeistara-
heiti og 70 Danmarksmeistara-heiti í rógving
Vilt tú vinna, er fyrsta fortreytin at tú sjálvur hevur trúnna á, at hetta ber til. Hetta er høvuðsboðskapurin hjá Arna Nielsson, sum í farnu viku helt tríggjar fyrilestrar á Tekniska Skúla í Klaksvík, ein fyri ítróttarfólki og frítíðarfeløgum mikukvøldið, fyri handils- og vinnulívsfólki hóskvøldið, og fyri starvsfólki, nevnd og makum hjá sparikassanum fríggjakvøldið.
Arne Nielsson er sjálvur eitt gott dømi um, at vinnaraviljin byrjar við einum sjálvum. Hann er lágur av vøkstri, og vigar, tá hann er upp á tað mesta, 60 kg. Hetta er ikki besta útgangsstøðið fyri ein kanorógvara, og tí vóru tey eisini mong, sum ráddu honum frá at rógva. Men saman við nøkrum heilt fáum, var Arne sannførdur um, at eisini hann kundi muna sum rógvari. Og úrslitini tala fyri seg.
Farnu 13 árini hevur Arne Nielsson hildið fyrilestrar og virkað sum "coach", ið kann sigast vera ein samanfating av einum venjara, motivatiónspersóni og sparringspartnara. Og Arne er "coach" hjá fleiri topnøvnum innan bæði ítrótt og vinnulív í Danmark.
Fór at halda fyrilestrar av tilvild
Leita vit aftur til fyrstu nitiárini, hevði danska fyritøkan Lego, sum annars altíð hevur havt bæði metsølu og stórt yvirskot, ávísar trupuleikar. Legoleiðslan vendi sær tískil til Arna Nielsson og rógvifelagan Christian Frederiksen, og spurdu teir, um teir kundu halda nakrar fyrilestrar fyri Lego, soleiðis at fyritøkan aftur kundi gerast millum tær fremstu.
Teir átóku sær uppgávuna, og hava við tíðini ment eitt sera vælvirkandi konsept, har fokus verður sett á fyribrigdi sum hetta at seta sær mál og hava trúnna upp á at tey kunnu røkkast; at seta orð á hvørji málini eru; gera tað, sum skal til fyri at røkka málunum; og tora at frøðast um góð úrslit. Arne Nielsson vísti m.a. á, at alt ov sjálvdan tora vit at seta orð og rørslu á, tá tað vit hava sett okkum fyri eydnast og eydnast væl. Hetta gera ítróttarfólk ofta, hygg bara tá mál verða skora og allur hópurin savnast í einum trunka ella ger high five. Og hóast tú brúkar eyka orka upp á at vera glaður og úttrykkja tað, so fært tú eisini eyka orku burturúr. Vinnarin av einari rennikapping kann t.d. gott renna eina heiðursrundu eyka, meðan tveyarin heinvegin er so fyrilagstur, at hann má berast út av vøllinum.
Arne Nielsson fekk eisini allar teir mongu áhoyrarnar at reisa seg og rópa YES. Og YES var eisini eitt slag av felagsnevnara fyri kvøldið, tí hóast fyrilesturin var smáar tríggjar tímar langur, var hann bæði undirhaldandi, viðkomandi og lívsjáttandi.
Hvat er endamálið við vitjanini?
"Nøkur av okkara starvsfólkum og eg sjálvur høvdu verið til fyrilestur hjá Arna Nielsson frammanundan, so vit vistu hvat vit fóru eftir tá vit vendu okkum til hansara", sigur Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri, og heldur fram: "Øll hava ymiskar dygdir og kunnu vit í so stóran mun sum gjørligt framala hesar, hava vit eitt stórt potentiali. Hetta kann eisini fremja forstáilsi fyri, hví summi gera soleiðis og ikki soleiðis. M.a. tí hildu vit tað vera rætt at fáa Arna at hava nøkur skeið og nakrar fyrilestrar, ikki bara fyri okkum í sparikassanum, men eisini fyri fólki, sum í teirra gerandisdegi úti sum heima kunnu fáa gagn av hesum. Arne vísti eisini á, at dagar okkara kunnu vera so ymiskir, viðhvørt eru vit omanfyri strikuna – eru væl fyri og alt ber til – meðan vit aðrar dagar eru niðanfyri – eru illa fyri og onki ber til. Tílíkar dagar er umráðandi at onnur eru tilreiðar og vita hvussu tey kunnu fáa okkum upp um aftur strikuna."
Umframt fyrilestrarnar á Tekniska Skúla vitjaði Arne Nielsson í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, har hann greiddi kappróðrarmanningunum frá sínum royndum. Harumframt var eitt serligt skeið fyri leiðslu sparikassans og eitt fyri teimum starvsfólkum, sum starvast í avgreiðsluni og á deildunum hjá Norðoya Sparikassa.




