Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll mugu stuðla KÍ

Oliver Joensen

  • hetta verður ein spennandi dystur, sum býráðslimir eisini vilja síggja. Tí gjørdi eg eina roynd at flyta fundin, so eisini býráðslimir kunnu vera við til at stuðla KÍ. Tað sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri í stuttari viðmerking við Norðlýsið.
  • Tað er umráðandi, at kommunan stendur saman um KÍ, ið á ein serligan hátt hevur stóran áhuga millum flest allar borgarar. Í løtuni hava vit viðgongd, men einki kemur av sær sjálvum, og tí er umráðandi, at vit øll bakka okkara spælarar upp ein slíkan dyst sum hendan.

Spurdur hvat úrslit hann væntar í dag, so er borgarstjórin eitt sindur varin.

– Eg vóni, at vit vinna sannførandi. Ein 3-0 sigur hevði verið fantastiskur, tí so trýstið ligið á NSÍ til returdystin, ið verður spældur í Runavík.