Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll segl eru sett fyri at Atlantic Fair skal eydnast væl

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Týsdagin í komandi viku verða dyrnar latnar upp fyri Atlantic Fair, sum er í Klaksvík fram til hósdagin 14. mai. Talan er um 80 básar, sum verða settir upp og til samans eru um 180 framsýnara við.

Týsdagin í komandi viku verða dyrnar latnar upp fyri Atlantic Fair, sum er í Klaksvík fram til hósdagin 14. mai. Talan er um 80 básar, sum verða settir upp og til samans eru um 180 framsýnara við.

Framsýnararnir koma úr øllum norðanlondum, Týsklandi, Onglandi, Skotlandi, Írlandi, USA og aðrastaðni við.

Eisini eru hópin av áhugaverdum fyrilestrum á skránni allar dagarnar.

Í hesi løtu verður snøggað og gjørt klárt til at asfaltera uttanfyri hallirnar – eini 1000 m2. Har eru gjørdir kantar og øki at gróðurseta í, so alt skal vera so vakurt og fyrikomandi hjá mongu gestunum at koma til. Og tað verður væntað hópin av vitjandi umframt mongu framsýnararnar.

Hallirnar eru sum kunnugt sambygdar, so alt kann sigast at vera undir taki við sera góðum kørmum.

http://fair.fo