Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll skulu kenna seg væl á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Nordlysid

– Fyri meg hevur tað ómetaliga stóran týdning, at allir føroyingar føla seg væl at koma á Klaksvíkar Sjúkrahús, og har full greiða og tryggleiki er um, hvat sjúkrahúsið kann bjóða, og hvat skal gerast á øðrum stað. Politiskt hevur tað tíverri víst seg at vera sera trupult at finna ró rundan um sjúkrahúsini, og hesin trupulleiki er alt ov leingi sloppin at gera skaða, sigur Súsanna Olsen, nýggi varastjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

– Fyri meg hevur tað ómetaligastóran týdning, at allir føroyingar føla seg væl at koma á Klaksvíkar Sjúkrahús,og har full greiða og tryggleiki er um, hvat sjúkrahúsið kann bjóða, og hvatskal gerast á øðrum stað. Politiskt hevur tað tíverri víst seg at vera seratrupult at finna ró rundan um sjúkrahúsini, og hesin trupulleiki er alt ovleingi sloppin at gera skaða, sigur Súsanna Olsen, nýggi varastjórin áKlaksvíkar Sjúkrahúsi.


Norðlýsið hevur verið á gátt hjánýggja varastjóranum, har vit hittu hesa altíð so fryntligu og virkisfúsukvinnuna, sum hevði nógv at gera, men sum kortini tók sær eina løtu til eittprát við okkum.

 

Sjúklingin í miðdepilin

Einkritikkur hevur verið, at Klaksvíkar Sjúkrahús (KS) ongantíð hevur fingiðendaliga staðfest, hvørjar uppgávur stovnurin fast skal hava sum parturav  føroyska heilsuverkinum, og vit spurdu tí nýsetta varastjóran, um honhevur vón um, at hetta nú fer at broytast, so virksemið hjá KS verður lagt ífastar og tryggar karmar?

 

-Her verður neyðugt at seta og fáa svar upp á spurningar sum hesar: *Hvørjiserøki skulu vera í Føroyum? *Hvussu skulu ymsu serøkini býtast ímillumsjúkrahúsini? *Hvat skal vera á Landssjúkrahúsinum? *Hvat skal vera á KlaksvíkarSjúkrahúsi? *Hvat skal vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi? *Hvørjir sjúklingar skulusendast av landinum? *Hvagar skulu sjúklingarnir sendast?

 

-Framtíðar sjúkrahúsverkið skal á ein ella annan hátt verða meiri lættatkomuligt fyri brúkaran. Tilgongdin skal hava fokus á persónin, og hugsastskal um allar tørvirnar hjá sjúklinginum og ikki bert tað, ið sjúklingurin erinnlagdur fyri.

 

-Sjúklingagongdirnar skulu verða betur skipaðar frá byrjan til enda, og skipaninskal lagast til sjúklingin heldur enn tað øvugta, at sjúklingurin skal lagasttil sjúkrahússkipanina, sigur nýggi varastjórin á KS, sum síðan nevnir trýviðurskifti, ið krevjast, fyri at hetta skal eydnast:

 

-Hetta kann gerast møguligt við hugbursbroyting, uppgávuglíðing og framkomnaritøkni.

 

Øðrvísi enn grannalondini

-Tíðir broytast, og tað eigur tað føroyska heilsuverkið eisini at gera. Vit muguhugsa meira kreativt og gera okkara egna føroyska leist fyri heilsuverkið.

 

-Fyri okkum er tað trupult at sammeta okkum við okkara grannalond, av tí at vithava so nógvar øðrvísi avbjóðingar enn londini rundan um okkum, heldur SúsannaOlsen.

 

-Har alt eigur at byrja, hjá kommunulæknanum, hava vit ein stóra avbjóðing. Tildømis er eystan fyri brúnna um streymin, umleið 11 læknaviðtalur, og bertumleið 3 av hesum eru mannaðar við føstum lækna fulla tíð. Hetta gevur einarúgvu av øðrum avbjóðingum í øllum heilsuverkinum á ymiskan hátt.

 

Øll skulu kenna seg væl á KS

-Eg eri spent uppá at taka við, har onnur, dugnalig starvsfólk hava slept, og egynski at vera við til at mynda eitt framtíðar sjúkrahús, sum er her fyrisjúklingin og teirra avvarðandi.

 

-Fyri meg hevur tað ómetaliga stóran týdning, at allir føroyingar føla seg vælat koma á Klaksvíkar Sjúkrahús, og har full greiða og tryggleiki er um, hvatKlaksvíkar Sjúkrahús kann bjóða, og hvat skal gerast á øðrum stað.

 

-Politiskt hevur tað tíverri víst seg at vera sera trupult at finna ró rundan umsjúkrahúsini, og hesin trupulleiki er alt ov leingi sloppin at gera skaða.

 

-Men nú hevur landsstýriskvinnan sett ein arbeiðsbólk, hvørs uppgáva verður atfinna greiðu á júst hesum, so eg vóni veruliga, at vit har í felag skulu finnafram til gongdar leiðir og góðar loysnir fyri sjúklingin og fyrisjúkrahúsverkið, ið skal hjálpa sjúklinginum.

 

-Men meðan vit bíða, bróta vit upp um armar og gera tað besta, vit kunnu, fyriat nýta tilfeingið á besta hátt og tryggja, at virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsiverður lagt í fastar spennandi og mennandi karmar, segði ein uppsett SúsannaOlsen í stuttu samrøðuni, vit fingu við hana, nú hon er byrjað í starvinum sumvarastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Partur av sjúkrahúsleiðsluni

Varastjóriner partur av sjúkrahúsleiðsluni á KS, ið skal virka og fatast sum ein heild viðsjúkrahússtjóranum, Hera Ellingsgaard, sum er tann, ið hevur endaligu ábyrgdinayvir fyri Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

 

Uppgávurnarhjá varastjóranum eru millum annað at hava ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting,íverkseting og samskipan av arbeiðsuppgávunum á sjúkrahúsinum.

 

Somuleiðishevur varastjórin ábyrgd fyri allari sjúkrarøkt, støðugari menning ásjúkrahúsinum, og at sjúkrahúsið tillagar seg tørvin hjá sjúklingunum.

 

Ítriðja lagi hevur hann ábyrgd av at gera uppskot til fíggjarætlan, at tanngóðkenda fíggjarætlanin verður hildin, og at hagtøl og leiðslukunning fyrivirksemið hjá sjúkrahúsinum verður fingin til vega.

 

Hægri, viðkomandi útbúgvingar

SúsannaOlsen er 54 ára gomul, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá SjúkrarøktarfrøðiskúlaFøroya í 2004. Hon er bachelor í sjúkrarøkt frá Fróðskaparsetri Føroya í 2009,og harumframt er hon Master í Hospital Management frá Syd Dansk Universiteti íOdense í 2013.

 

Súsannahevur drúgvar royndir innan heilsuverkið, m.a. frá fleiri deildum á KS,Landssjúkrahúsinum og uttanlands. Eisini hevur hon leiðsluroyndir sumdeildarleiðari á sambýli og síðani 2013 sum leiðari á Sjúkraflutningstænastuniá KS.

 

 

Les alla samrøðuna við Súsonnu íblaðútgávuni hjá Norðlýsinum, sum varð borin í hvørt hús mánadagin í vikuni.