Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll tey trý sjúkrahúsini fingið dygdargóðkenning

Tíðindaskriv

Landssjúkrahúsið hevur nú eisini fingið dygdargóðkenning – sokallaða akkreditering. Harvið lúka øll sjúkrahúsini tey dygdarkrøv, sum Den Danske Kvalitetsmodel setir

Landssjúkrahúsið hevur nú eisini fingið dygdargóðkenning – sokallaða akkreditering. Harvið lúka øll sjúkrahúsini tey dygdarkrøv, sum Den Danske Kvalitetsmodel setir

“At hava eitt dygt og trygt sjúkrahúsverk er av alstórum týdningi í menningini av okkara samfelag. Eg fegnist um hesa dygdargóðkenning, okkara sjúkrahús nú hava fingið. Leiðslurnar og starvsfólkini hava við hesum fingið eitt uppiborið herðaklapp fyri tað megnar arbeiðið, tey hava gjørt í hesum sambandi”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.

Tað var í februar, at fólk frá óhefta danska stovninum IKAS vóru og kannaðu, um føroyska sjúkrahúsverkið lýkur tey altjóða dygdarkrøv, sum skipanin ásetir.

Longu í vár metti IKAS samanumtikið, at øll sjúkrahúsini høvdu eitt støði, at tey kundu fáa góðkenning. Tá varð Klaksvíkar sjúkrahús akkrediterað, meðan Suðuroyar sjúkrahús og Landssjúkrahúsið fingu sonevnda fyribils akkreditering.

Suðuroyar sjúkrahús varð akkrediterað í juli og nú er Landssjúkrahúsið somuleiðis akkrediterað.