Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll tolling av pakkum hjá Postverkinum er nú flutt til Havnar

John William Joensen

Tann 1. apríl varð øll tolling av pakkum o.ø. flutt til Havnar og við hesum er arbeiðið á Posthúsinum í Klaksvík munandi minkað og posthúsið letur nú ikki upp fyrr enn kl. 10

Nú ber ikki longur til hjá vinnuni og privatfólkum at fáa pakkar o.a. tollað á posthúsinum í Klaksvík.
Allir pakkar skulu nú til Havnar at tollast og avgreiðast.
Er pakkin ikki avgreiddur ella ikki komin noyðist kundin at venda sær til posthúsið í Havn!.

Eingin av starvsfólkunum í Klaksvík ynskja at úttala seg, men sum skilst so er arbeiðið munandi minkað á posthúsinum síðan broytta arbeiðsgongdin kom í gildið .
– Nú verður roknað við uppsagnum í Klaksvík – men broytta mannagongdin fer at merkja, at ikki verður neyðugt at siga fleiri fólkum upp á posthúsinum í Havn, segði eitt av starvsfólkunum, sum vit tosaðu við.

Upplatingartíðirnar broyttar

Í tráð við minkandi arbeiði á Posthúsinum í Klaksvík hevur postverkið nú avgjørt at broyta upplatingartíðirnar til kl. 10. Áður lótu dyrnar upp kl. 9 á morgni.
Sum skilst merkir hetta at tænastan hjá vinnulívinum og borgarunum í Klaksvík verður verri, verður sagt. Tænastan í miðøkinum verður tó óbroytt.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið viðmerkingar frá leiðsluni í postverkinum men tað verður skjótast gjørligt.

Harleywoodpaint