Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Olsen Olsen Olsen

Jákup Ósá

Tað bleiv dramatiskt móti endanum, tá Føroyar vendu øllum og vunnu 3-2.

Nýggjur venjari við liðnum hjá Lars Olsen

Spenningur var undan fyrsta landsdystinum hjá nýggja landsliðsvenjaranum, Håkan Ericson, um, hvussu uppstillingin bleiv. Og teir fyrstu 11 vóru teir, sum nærum høvdu verið teir somu, um Lars Olsen var venjari. Meinhard E. Olsen var nýggjur og hevði neyvan byrjað undir Lars, meðan Odmar Færø kanska hevði verið valdur framum Heina Vatnsdal. Men allir teir fyrstu, burtursæð frá Meinhard E. Olsen, hava verið runt uppstillingina síðstu tíðina undir Lars. Men annars sóu vit nógv nýtt. M.a. við, hvussu álopini blivu bygt upp og hvussu skipanin var, tá tað bleiv vart. Tá hinir høvdu bóltin, so var uppstillingin 4-4-2, meðan Sølvi Vatnhamar sum verjukendi miðvallarleikarin datt aftur til høgru í verjuni, tá byggjast skuldi upp.

 

Góður fyrsti hálvur tími

Fyrsta hálva tíman vóru Føroyar klárt betra liðið og kom til nógvar góðar málmøguleikar. Klæmint A. Olsen skoraði til 1-0 í 25. minutti og áðrenn tað høvdu Føroyar tríggjar stórar málmøguleikar. Við í øllum álopunum var Jóannes Bjartalíð, sum spældi á høgra vongi. Síðsta korterið tók Malta yvir og uppá eitt sera væl spælt álop javnaði Malta, tá nærum allir verjuleikararnir hjá Føroyum runnu aftaná. 1-1 var hálvleiksstøðan, har Føroyar skaptu greitt fleiri stórar málmøguleikar.   

Innskiftu leikararnir gjørdu mun

Føroyar byrjaðu eisini betri í seinna hálvleiki og skuldu verið á odda aftur, men tað var Malta, sum kom á odda 2-1 eitt sindur burturúr ongum eftir eitt frísparksinnlegg. Men eftir hetta fóru Føroyar at spæla øðrvísi, broyttu liðið nakað og spældu við størri váða. M.a. bleiv Sølvi Vatnhamar eyðsýndur á høgra vongi. Og innskiftu Patrik Johannesen og Andreas L. Olsen blivu eyðsýndir. Andreas L. Olsen javnaði við sera góðum máli og gjørdi, at úttøkan av leikaranum á bonkinum í Víkingi gav úrslit í hesum dystinum. Seinni bleiv Patrik feldur og uppá frísparkið skoraði Brandur H. Olsen eitt framúr fríspark. Alt bleiv vent móti endanum og samanlagt yvir allan dystin, so høvdu Føroyar ruddiliga uppiborið sigurin. Tí Føroyar skaptu nógv fleiri málmøguleikar gjøgnum dystin. Felags fyri allar føroysku málskjúttarnar var, at teir høvdu Olsen til eftirnavn. 

Sostatt fekk nýggi svenski venjarin, Håkan Ericson, eina góða byrjan sum landsliðsvenjari hjá Føroyum.