Fríggjakvøldið tann 22. mars kl. 20.00 verður forvitnislig ølsmakking, har møguleiki verður fyri at smakka 6 ymsar øl frá Mikkeller og hoyra ymiskt áhugavert um danska bryggjaríi
Fríggjakvøldið tann 22. Mars kl. 20.00 verður tann næsta av trimum ølsmakkingum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fyrsta kvøldið var um sterkar føroyskar øl. Her vóru m.a. fýra nýggjar øl, ið ikki vóru komnar út á marknaðin enn. Nú eru tvær av hesum komnar út á marknaðin, Okkara Risi og Okkara Kelling.
Hesaferð er talan um danska bryggjaríi, Mikkeller, ið er eitt sera áhugavert og nýskapandi bryggjarí við høvuðsskrivstovu og barrvirksemi í Keypmannahavn. Stovnarin av Mikkeller, Mikkel Borg Bjergsø, byrjaði við at bryggja øl og eksperimentera við ymsum rávørum fyri 8 árum síðani, og í dag hevur hann stórt virksemi yvir allan heim. Hetta kunnu tit hoyra nærri um tann 22. mars, tí Heri Eyðinsson Petersen, ið verður frásøgumaður øll kvøldini, hevur nógva áhugaverda vitan um júst Mikkeller. Um áhugi er fyri tí, ber til at frætta meir um Mikkeller her: www.mikkeller.dk
Dyrnar lata upp kl. 19.00, har møguleiki verður fyri at fáa sær eitt lítið ábit, áðrenn Heri kemur at siga frá teimum ymsu ølunum kl. 20.00. Ølsmakkingin er á leið 2 – 2 1/2 tíma til longdar, og møguleiki verður fyri at royna 6 ymisk sløg av Mikkeller øl.
Atgongumerki á einans 250,- kunnu keypast við at ringja ella sms’a tel. 23 80 70, so nærri avtala kann gerast. Einans 50 atgongumerki eru til sølu, so tað ræður um at gera skjótt av.
Aftaná ølsmakkingina verður dansur við Punktum, kostnaður 100,- fyri tey ið luttaka í ølsmakkingini og 150,- fyri onnur. Atgongumerki til dansin kunnu einans keypast við dyrnar.




