Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óluva Klettskarð klipti snórin til Jacqson

Oliver Joensen

 Óluva Klettskarð, býráðslimur klipti snórin á Bar og Café Jacqson í kvøld. Tað var um sjey tíðina, at Jacqson lat startskotið av. Skal man fara eftir hvussu nógv vóru møtt og hvussu framtíðin hjá Jacqson fer at síggja út, so má sigast, at stjórin, Lindi Gardar, kann síggja ljóst upp á framtíðina, tí tá Óluva Klettskarð, løtu seinni helt røðu, segði hon millum annað, at Jacqson var júst ein vøra á hyllini, sum manglaði í Klaksvík. Her sipaði Óluva til trivnaðarkanningina hjá býráðnum, ið sum kunnugt kom til tað niðurstøðu, at ov fá tilboð vóru í Klaksvík til borgararnar, tá kanningin varð gjørt á sinni. Men hetta er broytt nógv, segði Óluva og nú uppaftur meira tí Jacqson hevur latið upp..

Óluva Klettskarð, býráðslimur nevndi eisini mentanarhúsið (posthúsið), sum liggur beint við síðuna av, og helt, at Jacqson hevur eina framúr adressu her í býnum. At enda ynksti hon eigarunum eina bjarta framtíð við Jacqson.

Sum sæst á myndunum, so er eisini ein “bakgarður” til Jacqson, og hesin er kanska serliga ætlaður roykjarunum. Men sjálvandi, sum í kvøld, tá húsið var stúgvandi fult av fólki og veðrið av tí allarbesta, so høvdu fleiri enn roykjararnir leitað sær útum eina løtu.

Harleywoodpaint