“Eg fari ikki at taka undir við, at grundarlagið verður tikið undan útróðrarvinnuni.” Tað var greiði boðskapurin hjá Óluvu Klettskarð, løgtingskvinnu, tá Norðlýsið tann 17. juni spurdi hana, hvat hon helt um tilmælið frá Havstovuni
“Eg fari ikki at taka undir við, at grundarlagið verður tikið undan útróðrarvinnuni.” Tað var greiði boðskapurin hjá Óluvu Klettskarð, løgtingskvinnu, tá Norðlýsið tann 17. juni spurdi hana, hvat hon helt um tilmælið frá Havstovuni um fiskidagar komandi ár. Hon segði eisini, at hon dugdi illa at ímynda sær, at tað bar til at reka útróður um dagatalið bleiv minni enn tað verandi.
Men tá vit nú spyrja Óluvu, hvat hon heldur um uppskotið sum nú liggur í løgtinginum, sigur hon, at tað kann hon liva við.
”Tað ljóðar av nógvum, at 30 prosent verða skorðin av døgunum, men vit lata eisini dagar útaftur, og útrokningar vísa, at onkur kann fáa fleiri dagar við hesum,” sigur hon.
Óluva Klettskarð vísir á, at stórur partur av døgunum sum verða tiknir burtur eru óbrúktir dagar, meðan fultriknu bátarnir fáa ágóðan av broytingini.
Ikki samd við øllum
Óluva Klettskarð er ikki samd við øllum, sum stendur í uppskotinum. Hon undrast millum annað á, at bólkur 2 (trolarar) ikki missir dagar, og tí heldur hon, at tann spurningurin má takast upp undir viðgerðini. Annar er hon rímuliga vælnøgd við uppskotið.
”Málið er at tryggja fiskastovnarnar, sum eru lívsgrundarlagið undir flotanum, og eg síggi hetta sum fyrsta lið í eini endurbyggingarætlan, sum í seinasta enda verður ein vinnarastøða,” sigur hon.




