Fólkafloksvalevnið Jákup Mikkelsen dyrgir nú í millum ungdómin við agninum ókeypis skúlabøkur til miðnámsskúlanæmingar. Tað er vorðið sum agn, tí lítil dugur er í hesum uppskoti.
Eg havi sjálv undirvíst á donskum studentaskúla og fleiri starvsfelagar við mær, og hesa skipan vil eg ikki viðmæla. Har er støðan nevniliga tann, at ókeypis skúlabøkur teirra oftast eru bæði gamlar og vánaligar. Lærararnir skulu í góðari tíð bíleggja næmingum sínum bøkur, ið als ikki altíð eru tøkar. Tað ringasta er, tá næmingarnir so skulu ganga til próvtøku, tí tá hava teir ikki bøkurnar at lesa í, tí tað er ikki gjørligt hjá øllum næmingum at hava hesar bøkur í senn, so einfalt er tað.
Hesa skipan eiga vit als ikki at fara undir. Hugsið bara um fólkaskúlan, ið dag og dagliga gremur seg um bøkur og tilfar; og hagar eigur miðnámsskúlin undir ongum umstøðum at fara!
Og tá so fólkafloksumboðið førir fram, at mesta útreiðslan verður at byrja við, og at fylgjandi árini fer hon at lækka, so prógvar tað jú, at pengar fara ikki at vera settir av til nýggjar bøkur, tvørturímóti.
Nei, vit skulu geva okkara ungu tað besta og nýggjasta tilfarið, ið til er, at arbeiða við. Og vit skulu vera glað og stolt av, at ungdómurin eigur nakrar virðismiklar bøkur á bókahill síni sum ein góðan viðførning í lívinum. Ikki fiskast við ongum agni: vit skulu umhugsa at hækka bókastuðulin til næmingar at keypa sær bøkur fyri.
Óluva Klettskarð, valevni hjá Tjóðveldi




