Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óluva Klettskarð: Nú er rokkið

Jóhann Lutzen

Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi er fegin um at nú er loksins funnið semja í málinum um fiskivinnunýskipanina

Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi er fegin um, at nú er loksins funnið semja í málinum um fiskivinnunýskipanina

Nú tíðindini bórust, at samgongan hevur funnið semju um fiskivinnunýskipaninia vendu vit okkum til norðoyapoltikaran Óluvu Klettskarð fyri at fáa eina viðmerking.

– Tá man er 17 í eini samgongu so er tað ikki alt ein fær, men soleiðis er politikkur, sigur hon.

Spurd um innihaldið í semjuni, vil Óluva ikki gera stórvegis viðmerkingar, men hon heldur, at fleiri enn samgongutinglimir fara at taka undir við uppskotinum.

– Eg vænti at fleiri í andstøðuni eisini fara at taka undir við uppskotinum, sigur Óluva.

Um samráðingartilgongdina vísur Óluva á at tær hava gingið gott. 

– Tað hevur verið gitt og illgitt um gongdina í samráðingunum, men sum heild hava samráðingarnar verið góðar og tær hava gingið væl, sigur Óluva Klettskarð