Óluva Klettskarð heldur, at tað er reint spinn og møsn at siga, at meir enn 100 fólk í Norðoyggjum kunnu missa arbeiðspláss av nýggja fiskivinnuuppskotinum.
– Tað er møsn og spinn at siga, at yvir 100 fólk fara at missa arbeiðspláss í Norðoyggjum. Tað einasta endamálið við teimum útsøgnunum er at forkoma hesum uppskotinum, segði Óluva Klettskarð úr tjóðveldinum á tingsins røðrarapalli. Hon vísti á, at reiðaríini í Klaksvík hava møguleikan at bjóða uppá fiskin, sum verður seldur á uppboðssøluni, og at hon hevði tað álit á vinnuni, í mun til mong onnur, at vinnan klárar at tillaga seg til broyttu umstøðurnar. Hon segði eisini, at útfrá tí, sum hon hevði tosað við vinnuna, so var vinnan klár til at luttaka á uppboðssøluni um tann partin, sum verður seldur.
Fleiri viðmerkjarar vóru ósamdir og m.a. segði Helgi Abrahamsen frá sambandsflokkinum, at hetta var ikki myndin sum hann hevði av støðuni í Norðoyggjum eftir at hava tosað við nógv fólk í Norðoyggjum.




