Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett Henriki Old, landsstýrismanni, ein skrivligan fyrispurning um útbúgving av kavarum.
Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett Henriki Old, landsstýrismanni, ein skrivligan fyrispurning um útbúgving av kavarum. Hon spyr hvussu útbúgvingina er skipað, hvør tørvur er á at menna útbúgvingina og kavaravinnuna, og eisini spyr hon, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at fremja nakra skipan, ið kann menna hesa vinnu. Óluva Klettskarð spyr harafturat hvørjar møguleikar landsstýrismaðurin sær fyri, at føroyska kavaravinnan kann gerast partur av ætlanini um at bjóða Føroyar fram sum maritiman tænastudepil í Norðuratlantshavi.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Óluva Klettskarð, at síðani á várið 2010 hevur føroyski vinnukavaraskúlin arbeitt við at útbúgva føroyskar vinnukavarar eftir altjóða leisti.
“Hetta arbeiðið hevur gingið væl. Bæði vinnan sum heild og kavaraskúlin hava ment seg sera nógv, síðan lógin um kavaravinnu kom í 2007 og tilhoyrandi kunngerðir í 2009,” sigur hon.
Eitt úrslit av hesum hevur verið, at í dag eru munandi færri viðgerðir á Landssjúkrahúsinum í sambandi við kavarasjúku, samanborið við tíðina áðrenn skipaði kavaraskúlin byrjaði virksemi sítt.
Brúk fyri víðkaðari útbúgving
Hóast stóra framstigið, so vísir Óluva Klettskarð á, at tørvur er á eini víðkaðari útbúgving innan kaving.
“Flestu næmingarnir útbúgva seg tíverri einans til SCUBA kavarar t.v.s. kavarar, ið hava luft við sær í trýstfløskum á rygginum. Hesir kavararnir hava loyvi at arbeiða við hondamboðum niður á 30 metra dýpi,” sigur hon.
Óluva Klettskarð vísir á, at vinnan hevur ført fram, at tørvur er á kavarum, ið hava útbúgving sum slangukavarar. Ein slangukavari hevur loyvi at arbeiða niður á 50 metra dýpi. Hesin kavarin kann fáa luftveiting úr landi ella øðrum staði omanfyri vatnskorpuna og kann arbeiða við amboðum, ið eisini fáa orkuveiting haðani, t.d. sveisa, skera, slípa, brenna, hátrýstspula o.a. Eisini verður ein slangukavaranæmingur undirvístur í at brúka ein trýsttanga bæði í sambandi við trýstlætting og viðgerð. Ein slangukavari hevur tí betri arbeiðsførleikar og fakkunnleika eftir at hava staðið prógv sítt, samanborið við ein SCUBA kavara. Harvið hevur slangukavarin eisini góðar førleikar at skipa arbeiði sítt á ein so tryggan hátt sum gjørligt.
Tað hevur tíverri víst seg, at í fleiri førum hevur tørvurin hjá vinnuni yvirhálað arbeiðsførleikarnar hjá kavarunum, og tí kann hetta viðføra eina ávísa ótrygd, og kavarar kunnu tískil verða freistaðir at fara út um tað, ið teirra vinnubræv loyvir.
Óluva Klettskarð vísir á, at kostnaðurin fyri útbúgvingina sum slangukavari er høgur, og tí kundi ein loysn verið, at landið rindaði ein part av kostnaðinum.
“Um ein líknandi skipan varð gjørd her heima, so hevði hon hjálpt og eggjað teimum, ið longu hava gjørt eina stóra íløgu í at útbúgva seg til SCUBA kavara, at eftirútbúgva seg víðari til slangukavara,” sigur Óluva Klettskarð.
Umleið 10-15 kavarar kunnu eftirútbúgva seg um árið á Vinnukavaraskúlanum.




