Óluva Klettskarð, framsøgufólk fyri Tjóðveldi, segði í løgtinginum í dag, at hon tekur væl ímóti uppskotinum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um at byggja akvarium í Klaksvík.
Óluva Klettskarð, framsøgufólk fyri Tjóðveldi, segði í løgtinginum í dag, at hon tekur væl ímóti uppskotinum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um at byggja akvarium í Klaksvík. Hon helt tó, at savnið eigur at vísa meira fiskivinnu enn bara fisk.
“Eitt savn kann vera so mangt. Eitt sjósavn kann vera nógv meira enn eitt akvarium,” segði hon.
Óluva vísti á, at arbeitt hevur verið eina tíð við einum sjósavni í Klaksvík, har millum annað línuskipið Helena er partur av savninum.
“Tað er eingin ivi um, at vit sum siglandi tjóð eiga at byggja eitt nýtt og prýðiligt sjósavn,” segði hon.
Óluva Klettskarð gav ikki nakað lyfti um at stuðla uppskotinum, men segði, at hon tók væl ímóti tí.




