Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óluva og Eyðgunn fáa kvinnu atkvøðurnar

Jákup Ósá

Tað var eingin ivi um, hvørji tveyvalevnir vóru best umtókt, tá Norðlýsið gjørdi veljarakanningí tilvildarligum matvøruhandli í Klaksvík seinnapartin.

Fyrr í kvøld skrivaðu vit, atJavnaðarflokkurin var størsti flokkur millum kvinnur í Klaksvík íveljarakanning, sum var gjørd í tilvildarligum matvøruhandliseinnapartin, har knappliga 100 fólk svaraðu uppá spurningarnar. Og tá tað kemur til persónligar atkvøður, so erutað eisini tvær kvinnur sum fáa mest, tá kvinnurnar velja. Ogbáðar búgva í Klaksvík, tí av samlaða atkvøðutalinum hjákvinnunum í Klaksvík fingu Óluva Klettskarð og Eyðgunn Samuelsen14,6 % í part og lógu greitt á odda. Væl aftanfyri komu AkselV. Johannesen og Bjørn Kalsø á 3. og 4. plássi og sostatt vóru teir báðir best umtóktir av uppstillaðu monnunum.

Persónligu atkvøðurnar(topp 4): (%av samlaðu atkvøðunum hjá kvinnuligu veljarunum)

1-2 Óluva Klettskarð 14,6 %

1-2 Eyðgunn Samuelsen 14,6 %

3. Aksel V. Johannesen 8,3 %

4. Bjørn Kalsø 6,3 %

Havast skal í huga, atveljarakanningin var gjørd í einum tilvildarligum matvøruhandliseinnapartin og av tí sama eru t.d. allir aldursbólkar ikki eins vælumboðaðir sum á einum løgtingsvali.