82 ára gamla Jansy Biskopstø er omma hjá tveimum av bestu leikarunum í kvinnudeildini.
Hon er ein av trúfastu áskoðarunum sum hava fylgt kvinnunum hjá KÍ í ár.
Hon vildi sjálvandi eisini til Havnar at síggja finaluna og her er hon avmyndað saman við ommubørnunum sum júst hava vunnið steypakappingina í fremstu føroysku kvinnudeildini.




