Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ongantíð gloymd, men í minninum goymd…

Oliver Joensen

Tað segði borgarstjórin á Húsum, Magni Garðalíð millum annað í røðu síni á Blankskála í gjár, tá minnisplátan var avdúkað í avtoftaðu bygdini vestantil á Kalsoynni.

Niðanfyri prenta vit røðuna hjá Magna Garðalíð:

Góðu kalsoyingar! Góðu gestir!

Hóast eg havi búð á Kalsoynni tey mongu seinnu árini, er hetta fyrstu ferð, at eg havi sett mín fót á Blankskála.

Og millum tykkum, sum her eru komin í dag, eru óivað onnur við, ið heldur ikki fyrr hava verið á hesum stað.

Samstundis síggi eg eisini í mannamúgvuni fólk, sum eg veit, hava verið her – og onkur enntá fleiri ferðir.

* * *

Eg kann ímynda mær, at vit øll standa við hesi somu kensluni, at vit her og nú vitja eitt søguligt pláss.

Hóast einki menniskja hevur búð á Blankskála í 200 ár, vita tey flestu av okkum av bygdini og kennast við navnið.

Tað er í sjálvum sær merkisvert, tí skjótt er at gloyma ting og støð – ikki minst, tá bæði mold og gras er sloppið at fjala tey fyri okkum.

Men her høvdu nakrar familjur – foreldur, børn, ommur og abbar – sítt heim og sína tilveru afturi í 1816.

Tá vóru fýra hús á Blankskála og her búðu 29 fólk, sum høvdu sítt gerandislív – akkurát sum øll onnur her á landi tá.

Her runnu børnini millum húsini, konurnar gingu til neyta, menninir veltu ella róðu út og alt gekk sína vanligu gongd.

Nú vit standa her, skilja vit til fulnar, hvussu gott tað hevur verið at búð her ta ljósu tíðina og annars, tá veður og vindur var við.

Frítt er útsýnið og vøkur er náttúran, sum fólkini her á Blankskála høvdu sum sítt umhvørvi, og sum var tað einasta, tey kendu til.

Men myrku tíðina, tá náttúran vísti seg frá eini kargari síðu, hevur tað nokk ikki altíð verið so lætt.

* * *

Skalvalopið í 1809, sum fekk tey at taka ta tungu avgerð, at tey skuldu flyta higani og eysturum, vita onnur meira at fortelja um, enn eg geri.

Men eg kann ímynda mær teirra tungu spor, tí ikki er stuttligt at fara frá sínum egna.

Ikki er tað stuttligt at skula siga tí farvæl, sum ein hevur so kært og er so góður við – og ongantíð verri, enn tá tú ert noyddur til tað.

Skalvalopið kostaði tíbetur einki mannalív, men tey sóu veruleikan í eyguni og tordu ikki taka nakran kjans, skuldi eitt lop komið aftur.

Óivað hava tey hugsað um skalvalopini í Gerðum í 1745 og 1765, sum jú høvdu vanlukkuligar avleiðingar, ið tey fyri einhvønn prís ikki sjálv vildu upplivað.

Frá 1810 til 1816 flutti fólkið eysturum til Syðradals at búgva, og har bygdu tey sær upp eina nýggja tilveru og ein nýggjan tryggleika.

Hesi menniskju minnast vit í dag við størstu virðing – og øll tit, sum hava ættarbond á Syðradali, hava onkursvegna eisini røtur her á Blankskála.

* * *

Leingi havi eg ynskt mær at sloppið ein túr higar, og nú tað er veruleiki, eri eg fegin og takksamur.

Ofta verður tað lýst sum dirvi, at tora at stríðast ímóti náttúruni, og nakað kann eisini vera um tað.

Men eg haldi eisini, at tey fólkini, sum fyri 200 árum síðani tordu at bakka fyri stóru og sterku náttúruni, av sonnum vóru djørv.

Tey tryggjaðu sær og sínum, at tey kundu koma úr vandanum, og at lív var teimum lagað á øðrum staði, sum so bleiv á Syðradali.

Hesum 29 fólkunum, ið tá hugsaðu um komandi ættarliðini, kunnu vit læra nógv av í dag.

At hugsa um seg sjálvan duga vit øll, men at hugsa um onnur – enntá fram í tíðina – kunnu vit læra av teimum, sum einaferð búleikaðust her á Blankskála.

Í dag avdúka vit ein minnisstein um hesi fólk her á Blankskála, og tí eru eisini vit við til at tryggja, at tey ongantíð verða gloymd, men í minninum goymd.

TAKK FYRI