So skjótt sum skaðin er umvældur og Skipaeftirlitið hevur góðkent umvælingina, fer Norrøna aftur í rutusigling ávegis til Ísland.
Holið ið Norrøna fekk í kvøld er umleið 25 cm. til longdar. Sum tað sæst á myndini, so vóru ymisk klædnastykkið potað í holdi, fyri at minka um nøgdina á sjógvi sum kundi koma inn.
Skaðin varð kannaður beinanvegin tá tilburðurin hevði verið, men mett var, at eingin vandi var á ferð við at sigla norður eftir.
Sagt verður í tíðindaskrivi frá Smyril Line, at vandi ongantíð var á ferð, hvørki undir ella eftir óhappið.
Væntandi fer Norrøna aftur í rutusigling so skjótt Skipaeftirlitið, umvegis Norsk Veritas hevur góðkent, at skipið kann fara avstað.




