Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ongar broytingar í TB

Jákup Ósá

TB hevur havt ein leikara til royndarvenjing, men hesin var ikki nevnivert betri enn teir heimligu leikararnir, sigur Hans Fróði Hansen við Norðlýsið.

TB liggur í løtuni á 7. plássi í Effodeildini. Teir hava 16 stig fyri 15 umfør. Munurin er stuttur bæði upp til Europa League pláss – 5 stig – (um 4. pláss gevur Europa League í ár) og niður til niðurflytingarpláss – 4 stig – (um 9. pláss gevur niðurflyting í ár). Hans Fróði Hansen er venjari hjá TB.

– Vit eru hampuliga nøgdir, men kundu ynskt okkum fleiri stig. Fleiri dystir hava vit mist stig í seinastu løtu. Og vit hava havt trupult við at skjóta mál. Vit hava bara ein álopsleikara og hann er 17 ár gamal. So tað arbeiða vit við til seinnu hálvu at betra um. Tað hevur víst seg, at vit eru eitt av liðunum sum skulu hava 6-8 møguleikar fyri at skora 1 mál, meðan onnur lið við royndum álopsleikarum sum t.d. EB/Streymur bara skulu hava ein hálvan møguleika til at skora mál, sigur Hans Fróði Hansen.

Leikarin vísti ov lítið

Hann sigur, at TB hevur havt ein leikara til royndarvenjing, men at hesin ikki vísti nóg nógv til at styrkja um.

– Vit hava havt ein leikara til royndarvenjing (Seamus Bartholdy, blaðm.), men hann – sum var framrættaður leikari – vísti seg ikki at vera nógv betri enn teir leikararnir, sum vit hava. Eg meini, at tá ein fær leikarar uttanífrá, so skuldu teir vera nógv betri enn teir føroysku. Og tá ein uttanífrá skal inn, so má ein av teimum lokalu út, og tað er eitt sindur spell. So í løtuni arbeiða vit útfrá, at okkara hópur verður tann sami, sum vit hava havt í ár, sigur Hans Fróði Hansen, sum tó vísir á, at teir fylgja við, um onkur heilt spennandi leikari skuldi verið møguligur at fingið á marknaðinum.

Harleyfacadeacryl