Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ongastaðir í heiminum eru so nógvir fótbóltsfjepparar sum í Føroyum

John William Joensen

Simon Kuper, blaðmaður á Financial Times, hevur í árbókini ”Scoccernomic” sum kom út í apríl 2014 eina vísindaliga útgreining av ymiskum fótbólts hagtølum og staðfestir at ongastaðir í heiminum er áhugin fyri fótbólti so stórur sum í Føroyum. Hann skrivar at líkamikið hvussu tú roknar tølini so eru vindbardu oyggjarnar í Norðuratlantshavinum í serklassa í fótbóltsheiminum.

Simon Kuper, blaðmaður á Financial Times, hevur í árbókini ”Scoccernomic” sum kom út í apríl 2014 eina vísindaliga útgreining av ymiskum fótbólts hagtølum og staðfestir at ongastaðir í heiminum er áhugin fyri fótbólti so stórur sum í Føroyum. Hann skrivar at líkamikið hvussu tú roknar tølini so eru vindbardu oyggjarnar í Norðuratlantshavinum í serklassa í fótbóltsheiminum.

– Fremsta fótbóltsdeildin í Føroyum er manna av 10 feløgum sum í stóran mun eru glaðir amatørar og tilsamans megna feløgini í miðal at draga 5070 áskoðarar til dystirnar hvørt vikuskifti. Hetta ljóðar ikki nógv fyri evropearar, men hetta er heili 10% av samlaða fólkatalinum í Føroyum og tí er eingin ivi um at Føroyar eru tað landið í heiminum har áhugin fyri fótbólti er størstur.

– 5000 fólk hava verið til onkran landsdyst, og sambært Virgar Hvidbro, aðalskrivara í FSF hava einaferð 8000 fólk verið til landsdyst móti Malta í góðu gomlu døgunum, skrivar Simon Kuper.

– Tá tað kemur til at fara til fótbóltsdyst kemur einki land í heiminum upp á knøini hjá føroyingum og heili 17 % av fólkinum spæla fótbólt sambært kanning sum FIFA lat gera í 2006.

– Fyri føroyingar er fótbóltur eins týdningarmikil sum fyri brasiliumenn, sigur føroyski premierministarin, sum sjálvur er fyrrverandi málverji á landsliðnum, skrivar Simon Kuper.

Miðal áskoðarar pr. dyst umroknað eftir fólkatali:

1 Føroyar 10 %

2 Ísland 4 %

3 Skotland 3.8 %

4 Kypern 3,6%

5 Norra 2,6 %

6 Holland 2,5%

Í 2006 gjørdi FIFA eina vísindaliga kanning um hvat land í heiminum hevði flestu fótbóltsleikararnar.

Kina og USA høvdu 26 mió og 24 mió. sum er hægsta talið, men umroknað til prosent av fólkatalinum gjørdust Føroyar nummar 3.

Her er topp 20 Listin hjá FIFA yvir lond við flestum fótbóltsspælarum umroknað í mun til fólkatal:

1 Costa Riga 27

2 Týskland 20

3 Føroyar 17

4 Guatimala 16

5 Chile 16

6 Paraguai 16

7 Aruba 15

8 Barbados 13

9 Vanuata 13

10 Mali 12

11 Anguillia 12

12 Eysturríki

13 Norra 12

14 Slovakia 11

15 Svørríki 11

16 Bermuda 11

17 Ísland 11

18 Holland 11

19 Írland 10

20 Cook Islands 10