Eftir samgongufundin fyri hálvumørðum mánaði síðani , har m.a. málið um eitt valdømi var fyri, hevði tingmanning sambandsfloksins fund
har málið varð viðgjørt áðrenn fundin í lítlu samgongu og hvat formaður floksins skuldi svara vegna flokkin í hesum málinum.
Meirilutin av tingmanning og landsstýrismanning sambandsfloksins gjørdi formanninum greitt á tingbólkafundi áðrenn fundin í lítlu samgongu um málið um eitt valdømi ,at ongin avtalað skuldi gerast um hvussu atkvøðast skuldi .
Síðani hevur verið frammi um eina avtalu sum gjørd varð og sum undirritaði áður havi sagt eg ikki takið undir við um hon skuldi verið gjørd.
Seinni í fleiri umførum hevur Kaj Leo Johannesen sagt alment bæði við meg og alment at ongin avtalað er gjørd.
Eg havi valt at líta á tað sum Kaj Leo hevur sagt og gangi út frá at tað sum tingmanningin avtalaði á innanhýsis fundi framvegis er tað sum galdandi er.
Nú sær út til at løgmaður vaskar hendur í grein á portalinum ídag í viðtal um støðu sambandsformansins og tað er lítið mansligt , serliga tá havt verður í hugað at
Løgmaður mánadagin við Norðlýsið sigur at tað ikki fyri liggur nøkur politisk semja í málinum um Føroyar sum eitt valdømi og eisini áður sjálvur hevur sagt at ongin avtalað er gjørd.
Nú er ikki at hava kálvahjarta harra løgmaður.
Allir vaska hendur um hvør vildi og hvør ikki vildi hava málið um eitt valdømi fyri dagin, – sannleikin er at allir flokkar vildu hava málið framm, men løgtingsformaðurin skuldi leggja málið framm.
Alt annað er uttanumtos .
Spurningurin er hvør fremur Gerrymandering í hesum málinum – er tað ikki just minnilutin í rættarnevndini ??
Johan Dahl
Løgtingsmaður




